Umframt í Havnar Bio og í Atlantis Bio í Klaksvík varð filmurin vístur í 45 donskum biografum.
Ummælarar geva filminum millum fýta og seks stjørnur av seks møguligum, og fær filmsleikstjórin, Nils Malmros eisini nógv rós fyri tulkingina av skaldsøguni hjá Jørgen-Frantz Jacobsen og fyri at hava skerpað handlingina.
Nils Malmros hevur latið sorinskrivaranum fáa størri týdning, og hann hevur eisini endað søguna um Barbu eina ferð med alla: Tí Barba ber ikki boð aftur í bý, tá hon í desperasjón rør aftan á Fortúnu.
Nils Malmros er ein av teimum donsku leikstjórunum, sum hevur gjørt um seg uttanlands eisini. Við filmum sínum hevur hann roynt at lýst trupulleikar hjá børnum og ungum á ein serligan persónligan og originalan hátt.
í 1968 byrjaði hann við amatørfilminum En mærkelig kærlighed. Síðani kom Lars Ole 5.c (1973), Drenge (1977). Kundskabens Træ (1981), Skønheden og uduret (1983), Århus by night (1989) og Kærlighedens Smerte (1992).
Nils Malmros fekk ein Bodil fyri Lars Ole 5. c, ein bodil fyri Drenge, ein Bodil fyri Skønheden og udyret, ein Bodil fyri Kærlighedens Smerte eins og tríggjar Robert virðislønir.
Filmarnir hjá Nils Malmros eru viðurkendir uttanlands, tí leikstjórin við stórum innlivingarevnum megnar at fáa fram serlig skeið í lívi okkara, har vit búnast og »verða til« sum menniskju. Filmir hansara eru flógvir og vinarligir, samstundis sum vit síggja eitt sindur til tær óndu kreftirnar, sum búgva í øllum menniskjum. Aftanvert veruligu handlingina goymir seg eitt vanligt forstáilsi fyri treytunum, ið settar verða til at vera menniskja - at gerast vaksin.
Niðanfyri prenta vit brot úr nøkrum av donsku bløðunum, ið hava skrivað um filmin: