Vestmenningar vóru ruddiliga omaná, tá oddadysturin í mansdeildini varð spældur í Havn leygardagin.
Ikki tí, H71 hevði munin í fyrra partinum av dystinum, men tá ferð kom á gestirnar úr Vestmanna eftir hálvleikssteðgin, kláraði H71 ikki at fylgja við.
H71 royndi seg við somu snildum, sum tá teir vunnu á VÍF í Vestmanna fyrr í ár, men mansverjan av Inga Olsen hevði ikki somu ávirkan hesaferð, og hann var saman við Hjalmari Klein Olsen toppskjútti hjá VÍF.
Hoyvíkingar komu væl frá fyrra hálvleiki, tá teir spældu væl og høvdu eydnuna við sær. Teir vóru á odda 14-12 í hálvleikinum, og teir hildu eisini leiðsluna eina løtu inn í seinna hálvleik.
Men so komu meistararnir úr Vestmanna fyri seg, og eftir einari lítlari løtu høvdu teir vent dystin, fóru fram um, og øktu síðani so nógv um munin, at seinasti parturin av dystinum gjørdist als ikki spennandi.
? Tað gjørdi góðan mun at Johnny Joensen kom inn á liðið hjá okkum stutt inn í seinna hálvleik og fór at mansverja Hans Guðmundsson. Tá kom alt í einum vend í og alt bar til hjá okkum, samstundis sum H71 misti alt á gólvið, sigur Ingi Olsen, spælandi venjari hjá VÍF.
VÍF hevur lagt ráð upp fyri mansverjuni, sum mótsøðuliðini ofta leggja á Inga Olsen, og tað gav úrslit. Hjalmar Klein Olsen skoraði so nógv mál sum hann sjáldan ger, og sum heild gekst betur við spælinum, tá VÍF spældi 5 móti 5.
? Eg haldi at vit orkaðu betur, og tá vit so fingu vent gongdini í seinna hálvleiki, gekk tað uppá stás, sigur Ingi Olsen.