TB gjørdi tað sum var neyðugt

Fótbóltur: Tvørámenn vunnu dystin móti skerda Skálaliðnum

2. deild menn:

Skála-TB 1-3 (0-1)


Skálamenn vóru enn einaferð merktir av Europa-Cup hondbólti. Fleiri av stuðulsspælarunum á besta fótbóltsliðnum venja eisini hondbólt við StÍF og í vikuskiftinum vóru dystir í europeisku meistarakappingini.

Tí var Skála-liðið ikki so sterkt, sum tað hevur verið onkrar dystir fyrr í ár, og hóast tvørámenn vóru omaná, var tað ikki so sannførandi sum tað kundi verið.

Tað tóktist sum TB?arnir tóku nakað lætt upp á uppgávuna og ikki gjørdu meira enn neyðugt.

Vagnur Nolsøe legði TB fram um 1-0 miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Hann fekk góðan tvørbólt frá André Tvørfoss og so avgreiddi hann í málið.

Bert eitt mál kom í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin økti TB til 2-0. Ungi Hallur Christiansen fekk ein bólt inn um verjuna, fór fram við málverjanum, vendi sær eina ferð aftur at, og sendi so bóltin í málið.

Tá góður tími var spældu minkaði Skála. Bólturin var sendur innfyri TB-málið, og har beindi eitt TB-høvd bóltin í egið mál.

Hóast Skálamenn gjørdu alt teir vóru mentir fyri at fáa eitt mál afturat, kláraðu teir ikki at leggja trýsta á TB-verjuna. Nógva spælið gekk fyri seg á miðvøllinum, og ofta var ferðin undir vanligt 2. deildarstøðið.

TB staðfesti sigurin, tá okkurt um 10 minuttir vóru eftir at spæla. Dan Mortensen fór fram við tveimum á heimaliðnum, áðrenn hann setti málverjan út av spælinum og skoraði til 3-1.

Við sigrinum togaði TB seg nærri oddanum, men teir eru framvegis so nógv stig aftanfyri, at tað skal ganga serastakliga væl, um teir skulu fáa FS Vágar ella LÍF aftur.