vegin, um tað hevði eydnast at vinna ímóti B68, sum vitjar longu klokan tvey seinnapartin í dag. Skála er fyri fyrstu ferð á heimavølli í ár, og hetta er triðja ferðin, at teir síðani Dýra biðjudag spæla [...] eru allir spælararnir tøkir, og tað kann væl vera, at Pauli G. Hansen, sum leingi hevur verið skaddur, og sum í 2. hálvleiki í Gøtu mikukvøldið vísti, at hann er tøkur aftur, verður ímillum teir fyrstu ellivu
er tað ein serlig uppliving at koyra bilin, har alt er tilpassað hvørt eftir øðrum, motorurin, undirvognurin og setrini. Bilurin hevur yvirskot av kraft uttan á nakran hátt at virka óstórsligur. ST220 er [...] er heilt annarleiðis uppbygdur, bilurin er senkaður og hevur stramma fjaðraskipan. ST220 er stúttur at koyra, 18" lágprofildekkini og undirvognurin arbeiða væl saman. Hann virkar ikki harður, hóast strammu [...] upp í ferð. Eisini er hann væl ljóðdoyvdur, so lítið hoyrist til motorin og hjólini inni í kabinuni. At síggja til er bilurin eyðkendur av 18" hjólunum, tveimum útstoytum og spoilarum aftan, framman og undir
Olja Hóast føroyska samfelagið hevur verið merkt av verkfalli og lítið og einki bensin hevur verið at fáa og fólk tí ikki sleppa kring landið og hóast lítið er hent á oljuøkinum leingi, so høvdu kortini [...] til aðalfundin í Oljutinginum á Hotel Hafnia seinasta mikukvøld. Ein orsøkin mundi helst vera tann, at leitistjórin hjá ENI (Agip) Luca Dragonetti greiddi frá tekniskum og operationellum viðurskiftum í [...] áhugaverdan fyrilestur varð nevndarval í Oljutinginum. Tað heldur sjáldsama er við hesum felagnum, at kvinnurnar hava myndað nevndina í hesi annrs mansdomineraðu vinnuni. Fyrsti formaðurin í felagnum var
hjá kommununi. Tað er ikki sørt, at hann eisini hevur roynt seg sum vinnulívsmann. Saman við Guttormi Djurhuus, Oddi á Skipafelagnum og Óla Mikkelsen var hann við til at fáa aling í lag inni á Kaldbaksfirði [...] Hann er skálamaður, men hevur búð í Havn ein stóran part av ævi síni. Leivur fór til Danmarkar at lesa og tók prógv sum verkfrøðingur. Hann arbeiddi í Íslandi í 60-árunum og kom heimaftur umleið 1970 og [...] av keiini á Sundi í 80-árunum. Eisini hevði hann eftirlitið, tá R.C. Effersøesgøta varð gjørd - fyri at nevna nøkur dømi. Umframt hetta stóð hann fyri asfalteringsarbeiðinum og hevði umsjón við grótbrotinum
passpass Sunnan spældi singleton spaðaran út, og Jórun gjørdi rætt við at fara upp á essið og síðan taka hj A. Nú vóru ikki fleiri tenn eftir at bíta frá sær við í hesum mótspælinum. Norðan fekk eitt stikk í spaðara [...] At fáa ein dupultdekkara, t.v.s. eitt positivt úrslit við bæði borðini í einum liðdysti, er altíð kærkomið. Í dystinum millum Junior Buss Taxa og Jórun Johannesen, sum Junior liðið vann 25-2, var ofta [...] rúminum komu NS í 5ru, sum eisini vóru duplaðir. Heldur ikki her kundi mótspælið forða kontraktini í at vinna, tá spælførarin klípti rútara kong út. Vestan fekk fyri síni bæði ess í majorlitunum.
Morris Mini 23. Hvør skuldi so sloppið at koyrt teg, og hvør skuldi als ikki sloppið at koyrt? ? Pápi mín skuldi sloppið at koyrt, men Niclas hevði als ikki sloppið at koyrt.
burtur, og spurin øll spyrja: Nær nýborna árið man fara at byrja! - Í dag ber alt frá, men sum tað fer at líða, vit skilja, hvat ómissandi fekk at týða. Men slóðin er sterk, tí er gongt fram í árið, og [...] lat hana fáa Guds glæmu um ennið. Vit ásanna, vit einki áramál eiga, tí leiðin er vígd vilja Guds til at greiða. Nú verður tú borin til hvíldar, og stigið Nú ber til tað friðfulla, algylta liðið. Vit syrgja
hópin av broytingum, umframt at inntøku- og útreiðslumetingar hjá umsitingini undir ymsu landsstýrismonnum vóru endurskoðaðar. Og teir 17 tinglimirnir hjá samgonguni valdu at atkvøða fyri øllum broyting [...] Millum annað hevur Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum, víst á, at innan almannamál fara 14,3 milliónir at mangla í til lógarbundnar útreiðslur til fólka- og fyritíðarpensjónir og forsorg
íslendska Ríkissjónvarpinum her fyri. ? Brandur er sjálvsagt spentur. Tað er ein stórur møguleiki at sleppa at spæla á Broadway, sigur Steintór. Við sær hevur Brandur seks tónleikarar, tríggjar dansarar, umframt [...] umboðsmaður Brand. Stakfløgan »Still Friends« verður eisini útgivin í Íslandi í dag, og verður hon væntandi at fáa í Føroyum um eina viku. Tann 19. februar verður »Waiting in the Moonlight« givin út sum stakfløga [...] r við frá danska blaðnum BT, sum skal fylgja við á konsertini. Myndatxt: Brandur Enni verður í dag at síggja í Íslandi. Har skal hann hava konsert á Broadway saman við Jóhonnu Gúðrun
í seinastu viku vóru Smaragd og Safir við 160.000 pundum. At kalla øll veiðan hjá skipunum var upsi. Jason Johannesen, virkisleiðari, sigur, at fiskurin hjá Jaspis og Ametyst var ógvuliga smáur, eini 60% [...] virkið keypir. Jason Johannesen sigur, at skerikapasiteturin er hin sami sum áður. - Men einaferð seinni i ár fáa vit tvær nýggjar flow-skerilinjur, og tá kann væntast, at umstøðurnar verða nakað betri. Verandi