Hendurnar upp ella buksurnar niður

Hendurnar upp ella buksurnar niður!
Hetta er fyrsta ferðin vit royna okkara nýggja tátt »Hendurnar upp ella buksurnar niður«. Vit hava valt at seta ymsum persónum, sum eru alment kend í Føroyum, stevnu, og vit hava spurt tey nakrar spurningar. Tey, sum hava svarað, hava fingið eitt alternativ, og hava tí ikki kunna givið eitt triðja svar, men hava verið noydd at velja ímillum teir báðar givnu møguleikarnar.
Fyrsta offurið í okkara nýggja tátti gjørdist Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

#1 Høgni Hoydal

1. Kall ella Føroya Tele?
- Føroya Tele

2. Jolly ella Coca Cola?
- Coca Cola

3. Rás 2 ella Útvarp Føroya?
- Útvarp Føroya

4. Quality Street ella Roses?
- Quality Street

5. Siemens ella Nokia?
- Siemens

6. Loysing ella samband?
- Loysing

7. Flúgva ella sigla?
- Sigla

8. Føroya Bjór ella Restorff?
- Føroya Bjór

9. Fótbóltur ella hondbóltur?
- Fótbóltur

10. Dimmalætting ella Sosialurin?
- Dimmalætting

11. Tomat ella agurk?
- Tomat

12. Svart ella hvítt?
- Svart

13. Pizza ella grill?
- Pizza

14. Fløgu, plátu ella band?
- Fløgu

15. Kaffi ella te?
- Kaffi

16. Jakka ella frakka?
- Jakka

17. Lissur ella karalás?
- Lissur

18. Rock ella popp?
- Rock

19. Mamma ella babba?
- Mamma

20. MacIntosh ella PC?
- PC

21. Per ella Poul?
- Per

22. Um tú vart ein bilur, hvat slag skuldi tú so verið?
- Ein jeepur

23. Hvør skuldi so sloppið at koyrt teg, og hvør skuldi als ikki sloppið at koyrt?
- Andrea Árting skuldi sloppið at koyrt meg, og George Bush hevði als ikki sloppið at koyrt.