Á Skála er bygdarstevna hetta vikuskiftið. Stevnuhýrurin hevði fingið eitt kvink rætta vegin, um tað hevði eydnast at vinna ímóti B68, sum vitjar longu klokan tvey seinnapartin í dag.
Skála er fyri fyrstu ferð á heimavølli í ár, og hetta er triðja ferðin, at teir síðani Dýra biðjudag spæla ímóti einum øðrum Eysturoyar liði. Úrtøkan ímóti NSÍ og GÍ hevur ikki staðið mát við leikliga avrikið. Tí kunnu toftamenn vanta torføra avbjóðing, tá ið teir fara um fjørðin.
Á Skála eru allir spælararnir tøkir, og tað kann væl vera, at Pauli G. Hansen, sum leingi hevur verið skaddur, og sum í 2. hálvleiki í Gøtu mikukvøldið vísti, at hann er tøkur aftur, verður ímillum teir fyrstu ellivu.
Nú er ein mánaði síðani Arnbjørn Danielsen skifti úr B36 og til barndómsfelagið á Toftum, og hann verður í B68 verjuni á Skála. Hans Fróði Hansen hevur verið burturstaddur í vikuni, men hann verður við í dag.
Í fjør bjargaði Skála sær undan næstaftasta plássinum í síðsta umfari, tá ið teir vunnu 3?2 á Svangaskarði. B68 vann undan summarsteðginum 2?1 á Skála.