Hóast Ford Mondeo fæst í fleiri útgávum, sum allir hava sporligar koyrieginleikar, er ST220 nakað fyri seg. Undirvognurin er heilt annarleiðis uppbygdur, bilurin er senkaður og hevur stramma fjaðraskipan. ST220 er stúttur at koyra, 18" lágprofildekkini og undirvognurin arbeiða væl saman. Hann virkar ikki harður, hóast strammu avfjaðringina. Saman við 3,0 litur V6 motorinum við 226 hk er tað ein serlig uppliving at koyra bilin, har alt er tilpassað hvørt eftir øðrum, motorurin, undirvognurin og setrini. Bilurin hevur yvirskot av kraft uttan á nakran hátt at virka óstórsligur. ST220 er sera ljóðleysur, bæði í tomgongd og tá hann kemur upp í ferð. Eisini er hann væl ljóðdoyvdur, so lítið hoyrist til motorin og hjólini inni í kabinuni.
At síggja til er bilurin eyðkendur av 18" hjólunum, tveimum útstoytum og spoilarum aftan, framman og undir hurðunum. Innan er alt í sportligum stíli við t.d. leðurkløddum Recaro-setrum, klimaanleggi, fartpiloti og nógvum innbygdum trygdarskipanum. Bilurin koyrir frá 0-100 uppá 7,4 sek. og toppferðin er 243 km/t. Bilurin kostar 440.000 krónur og kann síggjast hjá P/F Wenzel til hósdagin 26. juni.