So dapur er dámur, nú dagsljósið dagar,
og tankarnir fara við flognum heilt hagar,
sum rótin hon rann, kenslur kylja um Klakkin,
í morgin fer vetur í várdøgursstakkin.
-
Einki er um okkum, tøgnin hon tigur,
so óhjálpin sýnist tann bønin, tú biðjur.
Alt ber bara burtur, og spurin øll spyrja:
Nær nýborna árið man fara at byrja!
-
Í dag ber alt frá, men sum tað fer at líða,
vit skilja, hvat ómissandi fekk at týða.
Men slóðin er sterk, tí er gongt fram í árið,
og fløtt kennist okkum tað hugtunga tárið.
Nú verður tú borin til heilt aðrar hæddir,
har eingin í sorganna búna er klæddur,
tú fert undan okkum við sorgblíðum byri
til Hann, sum øll "hví" altíð svara kann fyri.
So góðu Guds einglar, tit fylgið nú henni
og lat hana fáa Guds glæmu um ennið.
Vit ásanna, vit einki áramál eiga,
tí leiðin er vígd vilja Guds til at greiða.
Nú verður tú borin til hvíldar, og stigið
Nú ber til tað friðfulla, algylta liðið.
Vit syrgja, men minnið um teg verður friðað,
sov blítt og sov væl, góða Apolonia.
Poulina