Mánakvøldið endaði 2.viðgerð av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2003. Í sínum áliti til fíggjarlógaruppskotið hevði meirilutin í fíggjarnevndini gjørt hópin av broytingum, umframt at inntøku- og útreiðslumetingar hjá umsitingini undir ymsu landsstýrismonnum vóru endurskoðaðar.
Og teir 17 tinglimirnir hjá samgonguni valdu at atkvøða fyri øllum broytingaruppskotunum hjá meirilutanum í fíggjarnevndini, samtíðis sum andstøðulimir atkvøddu ímóti. Uppskotið vísir eitt yvirskot uppá 240 milliónir krónur, áðrenn avdráttir av skuld eru goldnir, og góðar 90 milliónir krónur eftir avdráttir.
Men áðrenn hetta yvirskot kann røkkast, skulu fleiri lógarbroytingar gerast. Millum annað hevur Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum, víst á, at innan almannamál fara 14,3 milliónir at mangla í til lógarbundnar útreiðslur til fólka- og fyritíðarpensjónir og forsorg. 11 milliónir skulu sparast í dagpeningaskipanini, og har skal lógin broytast. 3,9 milliónir skulu sparast á lógarbundnu játtanini til studning til lærupláss og 10 milliónir skulu sparast á lógarbundnu játtanini til Barsilsskipanina. Lógin um Barsilsskipanina er komin í løgtingið, meðan hinar nevndu umframt aðrar lógarbroytingar enn ikki eru lagdar fyri løgtingið.
Andstøðan hevði síni broytingaruppskot til fíggjarlógaruppskotið, men tey vóru øll feld, tá atkvøðast skuldi við 2.viðgerð.










