Hann er skálamaður, men hevur búð í Havn ein stóran part av ævi síni.
Leivur fór til Danmarkar at lesa og tók prógv sum verkfrøðingur. Hann arbeiddi í Íslandi í 60-árunum og kom heimaftur umleið 1970 og fekk starv sum verkfrøðingur hjá Tórshavnar Kommunu.
Hann hevur havt eftirlit við nógvum stórarbeiðum hjá kommununi. M.a. hevði hann eftirlit við útbyggingini av Molanum í 1972 og við byggingini av keiini á Sundi í 80-árunum. Eisini hevði hann eftirlitið, tá R.C. Effersøesgøta varð gjørd - fyri at nevna nøkur dømi. Umframt hetta stóð hann fyri asfalteringsarbeiðinum og hevði umsjón við grótbrotinum Undir Varða og á Sundi.
Leivur á Skála var ikki einans starvsmaður hjá kommununi. Sum íðin javnaðarmaður varð hann valdur í Tórshavnar Býráð fyri flokkin í 1972 og var býráðslimur í 20 ár. Í 1992 stillaði hann ikki uppaftur, og sama ár gavst hann sum starvsmaður hjá kommununi.
Tað er ikki sørt, at hann eisini hevur roynt seg sum vinnulívsmann. Saman við Guttormi Djurhuus, Oddi á Skipafelagnum og Óla Mikkelsen var hann við til at fáa aling í lag inni á Kaldbaksfirði.
Leivur er giftur við Tordis Johannesen úr Havn, og tey eiga dóttrina Hallu.










