Fiskivinna
Saltangará: Í seinastu viku landaðu fimm trolarar til Fiskavirking í Saltangará.
Lemmatrolarin, Vesturvarði, var týsdagin við stívliga 130.000 pundum, Jaspis og Ametyst mikudagin við góðum 200.000 pundum, og hósdagin í seinastu viku vóru Smaragd og Safir við 160.000 pundum. At kalla øll veiðan hjá skipunum var upsi.
Jason Johannesen, virkisleiðari, sigur, at fiskurin hjá Jaspis og Ametyst var ógvuliga smáur, eini 60% 4'arar. Veiðan hjá Smaragd og Safir var eisini smáttfallandi. Lemmatrolarin, Vesturvarði, hevði hinvegin hampiliga góðan upsa.
Nýggj høli, gamlar linjur
Á virkinum hjá Fiskavirking í Saltangará hava tey nú tikið nýggju hølini, sum bygd eru suður úr verandi virki, í nýtslu.
Skerilinjurnar eru fluttar suður; tær eru nú 5 í tali mótvegis teimum 6, sum vóru inni á gamla virkinum.
Sum oftast, koyra tvær linjur í senn - alt eftir, hvussu stórur ella smáur fiskurin er, sum virkið keypir.
Jason Johannesen sigur, at skerikapasiteturin er hin sami sum áður.
- Men einaferð seinni i ár fáa vit tvær nýggjar flow-skerilinjur, og tá kann væntast, at umstøðurnar verða nakað betri. Verandi skerimaskinur á virkinum hjá Fiskavirking í Saltangará eru gamlar, sigur virkisleiðarin.