Nýggj nevnd í Oljutinginum

Mikudagin varð aðalfundur í felagnum Oljutingið.

Mynd

Lit

Fýra av nevndarlimunum í Oljutinginum, Elsa Maria Olsen, Tummas Pauli í Myri, Hjørdis Gaard og Pauli Einarsson. Fimti limurin er Regin Hammer. Mynd Jan Müller


Olja


Hóast føroyska samfelagið hevur verið merkt av verkfalli og lítið og einki bensin hevur verið at fáa og fólk tí ikki sleppa kring landið og hóast lítið er hent á oljuøkinum leingi, so høvdu kortini umleið 80 fólk leitað sær til aðalfundin í Oljutinginum á Hotel Hafnia seinasta mikukvøld. Ein orsøkin mundi helst vera tann, at leitistjórin hjá ENI (Agip) Luca Dragonetti greiddi frá tekniskum og operationellum viðurskiftum í sambandi við Marimas-brunnin tvs. tí 4. boringini á føroyska landgrunninum og tí fyrstu boringini hjá italska felagnum um okkara leiðir

Eftir ein áhugaverdan fyrilestur varð nevndarval í Oljutinginum. Tað heldur sjáldsama er við hesum felagnum, at kvinnurnar hava myndað nevndina í hesi annrs mansdomineraðu vinnuni. Fyrsti formaðurin í felagnum var ein kvinna og seinasta árið hevur meirilitin av nevndini verið kvinnur. Nú er so vend komin í, soleiðis at í nevndini eru tvær kvinnur og triggir mans. Í nevndini eru: Tummas Pauli Mýri, Regin Hammer, Pauli Einarson, Hjørdis Gaard og Elsa Maria Holm Olsen.