millum Føroyar og Danmark er óhugsandi. Og ein borgarlig stjórn, uttan mun til í hvørjum landi hon situr, hevur sum aðalmál at draga til tey fáu, meðan tey mongu sita eftir við rokningini. Hetta gera Fólkaflokkurin [...] hevur onkran, sum torir at fylgja við og tala at. Og nú líkt er til, at danir fáa eina borgarliga stjórn, er tað umráðandi, at vit ikki eisini senda tvey borgarlig umboð at gera ilt verri. Okkum tørvar [...] øllum hesum spurningum hevur Javnaðarflokkurin víst sína greiðu og avgjørdu støðu. Eina støðu, sum ikki bara er ein støða, men sum hevur ein veruliga møguleika fyri politiskari undirtøku. Viðvíkjandi skuldini
er á heimavølli móti ÍF, og síðani gongur leiðin til Tvøroyrar og til Havnar at spæla móti ávikavist TB og B36. Hvørjar vónir hevur Rúni Lisberg so til steypakappingina: ? Har er tað sama galdandi sum [...] ungir spælarar eru eisini nú um at gerast nóg vaksnir til at kunna gera seg galdandi á 1. deild. Dreingjaliðið frá í fjør hevur valt ikki at melda til í unglingadeildini í ár, men í staðin luttaka í 4. deild [...] rdystunum, sum allir vórðu vunnir. Men so fór hann og kemur ikki aftur í ár. Annars var ætlanin at fáa ein jugoslaviskan spælara afturat til Sumbiar, og alt var eisini fingið upp á pláss, men hann gav
eina lítla ábreiðslu mótvegis stjórnini hjá Nyrup. Hetta hóvaði als ikki Vinstra-formanninum, sum harðliga vísti á, at málið als ikki var liðugt viðgjørt og at Vinstra av øllum alvi fór at halda fram við [...] at fara á hevndarjagstran herheima, sgiur forsætisvalevni í stuttari viðmerking til Berlingske Tidende. Blaðið kemur til ta niðurstøðu, at Uffe Ellemann-Jensen hevur somu støðu, sum næsti maður hansara [...] sjónarmið, at Vinstraflokkurin nú kúvendir í bankamálinum. ? Vit fara ikki at trampa runt í øllum møguligum, sum hoyrir fortíðini til, segði hann. Blaðið hevur eisini spurt Anfinn Kallsberg, fíggjarmálaráðharra
tað ikki er nakað hann ger við vilja. ? Veturin kom so seint í ár og tí kom hann so harðliga. Veðrið hevur verið heldur frægari teir síðstu tveir dagarnar, men tað sær ikki gott út. Serliga ikki til í dag [...] hesum, so eru útlit til eina lítla valluttøku til fólkatingsvalið í dag. Petur Skeel sigur, at veðurvánirnar fyri valdagin boða frá hvøssum vindi og frosti. Hitin fer at liggja 3 til 5 stig undir frostmarkinum [...] vikuskiftisveðrið sigur Petur Skeel, at tað ber ikki til at siga nakað rættiliga enn. Hann sigur tó, at eftir tí hann hevur sæð á veðurkortum, so sær út til, at eitt brúgvalag fer fram við okkum fríggjadagin
sum skuldi til fyri at tryggja sær meistaraheitið 1998. Taptu teir dystin móti ÍFa sunnudagin, so skuldu teir vinna dystin móti Fleyr 22. mars, og so hevði staðið á gomlum nøglum í Klaksvík. Ikki endiliga [...] men tá liðini spæla sínamillum dystirnar, so verður bart til síðsta blóðsdropa. Men nú kunnu teir sova róliga norðuri í Klaksvík. Orsøkin til at Mjølnir gjørdist meistari í ár,, er fyrr nevnd á hesum [...] spælir. Ein gamal revur, aftur á gomlum gøtum. Og so er hann ikki ein gang gamal. Afturat sær hevur hann havt Trúgva Poulsen sum, hóast ikki stórur á vøkstri, hevur spælt á miðjuni. Hann hevur vunnið bóltar
Svarið kenna øll. Hvør minnist ikki, hvussu Fólkaflokkurin reypaði av, at teir »áttu« nevndirnar í báðum bankunum. Nú skattgjaldarin gjøgnum Fíggingargrunnin bjargaði bankanum, hevur hann í trý ár goldið [...] goldið aftur góðar 200 milliónir til skattgjaldaran. Eitt fólkatingsumboð fyri Fólkaflokkin og Sambandsflokkin sær tað sum sína størstu uppgávu ígjøgnum fígggingargrunnin, har meirilutin eru danir, og við [...] við hjálp frá eini borgarligari stjórn, at lata bankan aftur til teir somu, sum Edmund Joensen so mangan hevur nevnt. Javnaðarflokkurin er einasti flokkur, sum greitt hevur boðað frá, at áðrenn nøkur søla
og velja at stilla upp, eitt nú til fólkatingsval. Støðan í Føroym er tann, at ungdómurin er troyttur og kanska ikki hevur álit á verandi politikki - tí er møguleiki nú til at siga sína hugsan, nú ein greið [...] nógv ár í føroyskum politikki. Hetta merkir ikki, at vit fara inn í tann danska javnaðarflokkin, men stuðla einum donskum vinstrasinnaðum politikki og ikki eini borgarligari stjórn. Tað er av sera stórum [...] møguleika til at nema sær útbúgving og at útbúgvingarstuðul verður latin, men vit ásanna, at hesin stuðul er í minna lagi og má endurskoðast beinanvegin. Og tað at vit føroyingar ótarnaðir kunnu fara til Danmarkar
fegin. Eydnast hetta ikki eru eisini onnur ráð til at taka. Og tað er at fáa øll tey, sum annars ikki ætlaðu sær á val, at fara á val og atkvøða soleiðis, at fólkafloksins stavnamaður fær sekkin. At hann liggur [...] Svarið er kanska tað, at mong av hesum fólkum, vita ikki ella hava ikki gjørt sær greitt, hví tey velja henda politikaran at umboða tey. Tey hava ikki gjørt sær nóg greitt, hvat hesin politikarin veruliga [...] góða familjumannin og pápan. Nei eg beri ikki persónligt agg til ÓB. Sum persónur hevur hann uttan iva nógvar dygdir. Politikarin Men lat okkum halda okkum til veruliga evnið. Tað er politikaran Óla Breckmann
hjálpandi hond. Men tá til stykkis kom, var tað Nólsoyar Páll, sum hevði mest brúk fyri hjálp. Skipið silgdi túrin til Føroya og hevur síðani ligið svínabundin til bryggju. Tað var ikki góðkent at sigla við [...] kannað skipið, og niðurstøðan hjá honum var, at skipið ikki uppfylti treytirnar hjá klassanum og Sjóferðslustýrinum, men at tað var nóg trygt til ferðina til Føroya, tá hædd verður tikin fyri árstíðini og royndini [...] Vitnið roknar við at orsøkin til hetta er, at rørskipanin er upptard og síðan útskift við slangur. Vitnið legði afturat, at um slangurnar brendu saman, t. d. av eldsbruna, og tað ikki var møguligt at lata v
Syðradali, sigur, at har gekk eitt seyðafylgi uppá 25 seyðir, sum teir ikki sluppu til. ? Nú er skalvurin so lopin, men vit vita ikki hvussu nógv av tí er farið fyri skeyti. Tá vit tosaðu við hann í gjár [...] Kalsø sigur annars, at teir hava verið í haganum og slóða fyri, so seyðurin sleppur til seyðahúsini og meir fáa teir ikki gjørt enn. ? Og nú siga teir frá verri veðrið, so tað er ilt at siga hvussu verður [...] Vandi var annars fyri, at hann fór at raka nøkur sethús, sum stóðu nærhendis, men tíbetur kom hann ikki so langt. Eisini aðrastaðni er vandin fyri skalvalopum stórur. Onkustaðni verða teir møguliga noyddir