Farið tíðliga á val, sigur Petur Skeel

Hann sigur frá hvøssum vindi og frosti valdagin. Hitin, ella kuldin um tú vil, fer at ligga 3 til 5 stig undir frostmarkinum, sigur Petur Skeel, og hann plagar at vita hvat hann tosar um

Hetta var eitt lorta veður. Henda setningin hava mong okkara havt á munni hesar seinastu dagarnar.

Onnur hava óivað brúkt onnur orð, men meiningin hevur verið tann sama.

Vit hava havt so nógvan kava, at tað eru tey fægstu okkara sum minnast makan.

Sosialurin hevur spurt veðurmannin Petur Skeel um hvat tað er fyri nakað hann borðreiðir við.

Hann sigur, at tað ikki er nakað hann ger við vilja.

? Veturin kom so seint í ár og tí kom hann so harðliga.

Veðrið hevur verið heldur frægari teir síðstu tveir dagarnar, men tað sær ikki gott út. Serliga ikki til í dag, valdagin.

Keðiligt valveður

Tað verður ofta tosað um at veðrið ávirkar valluttøkuna.

Verri veðrið er, minni verður valluttøkan.

Og skulu vit trúgva hesum, so eru útlit til eina lítla valluttøku til fólkatingsvalið í dag.

Petur Skeel sigur, at veðurvánirnar fyri valdagin boða frá hvøssum vindi og frosti. Hitin fer at liggja 3 til 5 stig undir frostmarkinum.

? Út á seinnapartin snarar hann í ein útsynning, minkar vindin niður í frískan vind og tá vænti eg, at tað eisini verður regn ella vátaslettingur, sigur Petur Skeel.

Veðurvánirnar fyri hósdagin boðað frá hvøssum vindi.

Um vikuskiftisveðrið sigur Petur Skeel, at tað ber ikki til at siga nakað rættiliga enn. Hann sigur tó, at eftir tí hann hevur sæð á veðurkortum, so sær út til, at eitt brúgvalag fer fram við okkum fríggjadagin við lýggjari veðrið og regnið.

Um tað er gott ella ringt er nokk ikki semja um, serliga ikki hjá teimum, sum standa nærmast við har skalvarnir kunnu leypa.

So er bert at vóna, at tað slepst undan vanlukku, tá tað fer at toya.