Skulu teir nú hava bankan aftur?

Hvør stýrdi báðum bankunum í 80?unum?

Svarið kenna øll. Hvør minnist ikki, hvussu Fólkaflokkurin reypaði av, at teir »áttu« nevndirnar í báðum bankunum.

Nú skattgjaldarin gjøgnum Fíggingargrunnin bjargaði bankanum, hevur hann í trý ár goldið aftur góðar 200 milliónir til skattgjaldaran.

Eitt fólkatingsumboð fyri Fólkaflokkin og Sambandsflokkin sær tað sum sína størstu uppgávu ígjøgnum fígggingargrunnin, har meirilutin eru danir, og við hjálp frá eini borgarligari stjórn, at lata bankan aftur til teir somu, sum Edmund Joensen so mangan hevur nevnt.

Javnaðarflokkurin er einasti flokkur, sum greitt hevur boðað frá, at áðrenn nøkur søla av bankanum kemur upp á tal, so skal skattgjaldarin hava allar sínar pengar aftur ? við rentum. Einasta umboð í Fólkatinginum, sum kann verja hesi sjónarmið, er eitt javnaðarumboð.


Henrik Old

valevni Javnaðarfloksins