Mjølnir er føroyameistari 1998

Flogbóltur, menn: Mjølnir úr Klaksvík gjørdist føroyameistari 1998

Mjølnir gjørdi tað sum skuldi til fyri at tryggja sær meistaraheitið 1998.

Taptu teir dystin móti ÍFa sunnudagin, so skuldu teir vinna dystin móti Fleyr 22. mars, og so hevði staðið á gomlum nøglum í Klaksvík.

Ikki endiliga tí at Fleyr er so vælkoyrandi í løtuni, men tá liðini spæla sínamillum dystirnar, so verður bart til síðsta blóðsdropa.

Men nú kunnu teir sova róliga norðuri í Klaksvík.

Orsøkin til at Mjølnir gjørdist meistari í ár,, er fyrr nevnd á hesum síðum, men vit vilja fegnir nevna hana enn einaferð ? til teirra heiður.

Mjølnir hevur verið so nógv tað mest støðuga liðið í meistaradeildini hjá monnum í ár.

Teir hava eina stak góða blanding av ungum og eldri leikarum, sum venjari, Klæmint Isaksen, hevur fingið at virka sum eina heild.

At hann sjálvur hevur verið við á liðnum, hevur bara gjørt tað enn sterkari.

Maðurin hevur spælt á høgum støði í Danmark, og tað sæst týðiliga, tá hann spælir. Ein gamal revur, aftur á gomlum gøtum.

Og so er hann ikki ein gang gamal.

Afturat sær hevur hann havt Trúgva Poulsen sum, hóast ikki stórur á vøkstri, hevur spælt á miðjuni.

Hann hevur vunnið bóltar sum fáur, og serliga í teimum mest týdningarmiklu dystunum, teimum móti Fram og móti Fleyr, hevur hann verið dyggur stuðul.

Ein annar er Jógvan Jacobsen.

Sera lítillátin annars, men á vøllinum ger hann um seg.

Síðst men ikki minst av teimum gomlu er Jóannes Poulsen. Eisini hann hevur roynst Mjølni ein sera dyggur stuðul í ár.

Tað sum tó kann koma at ganga Mjølni mest í framtíðini er teirra evnir at seta við nýggjar ungar leikarar.

Á liðnum í ár hava verið fleiri sera evnaríkir ungir leikarar, og uttan teir hevði tað nyttað lítið.

Hesir menn hava framtíðina fyri sær, og tað verður spennandi at fylgja teimum í framtíðini.


ÍF fekk ongan møguleika

Dysturin sunnudagin vísti, at Mjølnir sjálvir vildi avgera hvar meistaraheitið skuldi endað.

ÍF fekk ongan kjans. Í fyrsta settið leyp Mjølnir avstað og legði seg á odda 8-0.

Eftir hetta gekk meira javnt á, og settið endaði 15-7.

Í øðrum setti gekk meira javnt á. ÍFa fekk meira stýr á tí teir gjørdu, og Mjølnir tók sær meira av løttum.

Hóast tað, so vísti Mjølnir, at teir duga at koma aftur, og teir vunnu eisini settið 15-12, eftir at hava verið aftanfyri 12-11.

Í triðja settið gjørdi Mjølnir bart, og setti ÍFa uppá pláss.

Mjølnir vann settið 15-8 og dystin 3-0, og so var føroyameistaraheitið heima.

Sosialurin ynskir Mjølni hjartaliga tillukku við føroyameistaraheitinum.