Einki trýst er á sumbingum

Fótbóltur: Hóast Sumba í fjør vann 2. deild í stórum stíli, roknar eingin við, at teir fara at standa seg í 1. deild í ár

Í fjør vann Sumba 2. deild í stórum stíli, og longu fleiri umfør áðrenn kappingarenda var greitt, at sumbingar skuldu spæla í 1. deild í ár. Sumba hevur verið í 1. deild eina ferð fyrr. Tað var í 1991, men steðgurin varð stuttur, tí liðið flutti niður aftur beinanvegin. Seinastu árini hevur stórur munur verið á 1. og 2. deild í føroyskum fótbólti, og tey flestu ivast heldur ikki í, at Sumba flytir niður aftur í 2. deild í ár.

? Tað passar okkum fínt, at øll halda, at vit fara at verða kanónføði í 1. deild í ár, sigur Rúni Lisberg, sum hevur verið formaður í Sumbiar Ítróttarfelag seinastu fýra árini, og sum eisini er málmaður á 1. deildarliðnum.

? Vit fara bara at royna at spæla fótbólt. Einki trýst er á okkum, tí eingin væntar nakað av okkum. Flyta vit niður, so flyta vit niður. Tað er eingin katastrofa, sigur Rúni Lisberg.


Nýggjur venjari

Sumba hevur fingið nýggjan spælandi venjara. Tað er 27 ára gamli jugoslavin Sparsoje Bibercic, sum kom til landið fyrst í februar. Hann spælir fyri tað mesta í álopinum, men kann eisini nýtast í tí defensiva. Gamla felagið hjá honum í Jugoslavia hevði lið við í bæði 1. og 2. deild, og Bibercic spældi fyri tað mesta í 2. deild, men onkran dyst spældi hann eisini við 1. deild. Tað er jugoslaviski venjarin hjá Royn, sum hevur fingið sambandið millum Sumba og Bibercic í lag.

Harumframt hevur Sumba eisini fingið ein danskan spælara. Tað er 22 ára gamli Thomas Birk, sum er væl fyri tekniskt, og sum skal styrkja liðið á miðjuni. Í fjør hevði Sumba eisini ein danskan spælara við í teimum fyrstu sjey landskappingardystunum, sum allir vórðu vunnir. Men so fór hann og kemur ikki aftur í ár.

Annars var ætlanin at fáa ein jugoslaviskan spælara afturat til Sumbiar, og alt var eisini fingið upp á pláss, men hann gav avboð í seinastu løtu.


Helvtin av liðnum

býr í Havn

Í byrjanini gekk eitt sindur striltið við venjingini, tí jugoslaviski venjarin ikki dugdi nakað serligt av enskum, men tað batnar í hvørjum, og samskiftið millum venjaran og spælararnar verður betri fyri hvønn dag.

Venjingin hevur eisini verið eitt sindur trupul orsakað av kavanum. Sumba hevði gjørt avtalur við hini suðuroyarliðini um venjingardystir, men kavin hevur gjørt tað ógjørligt at spæla og venja á vøllunum. Av tí sama hevur Sumba enn ikki spælt nakran venjingardyst, og bólkaspælið í steypakappingini byrjar um minni enn ein mánað.

Og harafturat býr helvtin av liðnum hjá Sumba í Havn, so umstøðurnar eru ikki av teimum bestu.

Rúni Lisberg sigur, at teir hava fimm spælarar, sum venja í Havn. Hini suðuroyarliðini hava eisini fleiri spælarar, sum búgva í Havn, og tað hava B71 og FS Vágar eisini. Vágbingurin Hans Nielsen tekur sær av venjingini hjá hesum spælarunum, men tað er ikki lætt at fáa pláss á vøllunum í Gundadali. Í løtuni venja suðuroyingarnir í Havn tvey kvøld um vikuna frá klokkan 22.00 og úteftir. Rúni Lisberg sigur, at tað hevur verið nógv stríð av at fáa hesa venjingina í lag. Ljósini við vøllin skulu vera tendrað o.s.fr., og Rúni vónar eisini, at suðuroyingar sleppa at varðveita hesa venjingina, hóast tað ikki er nógv pláss á vøllinum. Tilsamans eru yvir 20 mans, sum venja í Havn, men sum spæla við feløgum uttan fyri høvuðsstaðin.


Sterkur bólkur í steypakappingini

Tann 5. apríl byrjar bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið, og her er Sumba í bólki saman við ÍF, uppflytarunum TB og føroyameistarunum B36. Á pappírinum er hetta sterkasti bólkur, tí bert 1. deildarlið eru við. Fyrsti dysturin hjá Sumba er á heimavølli móti ÍF, og síðani gongur leiðin til Tvøroyrar og til Havnar at spæla móti ávikavist TB og B36. Hvørjar vónir hevur Rúni Lisberg so til steypakappingina:

? Har er tað sama galdandi sum í landskappingini ? eingin roknar við okkum kortini. Tað er eingin sum krevur, at vit skulu vinna steypakappingina, og einki trýst er á okkum. Nú eru vit so í bólki saman við føroyameistarunum, so vit verða tveittir út í tað beinanvegin, men tað bilar heldur einki, sigur hann.

Umframt Sumba og TB er eisini VB í 1. deild. Trý suðuroyarlið í bestu deildini er ikki so vanligt ? í roynd og veru er tað bert hent eina ferð fyrr. Tað var í 1991, sum var fyrsta og higartil einasta árið hjá sumbingum í 1. deild.

? Tað er fínasta slag, at Suðuroyggin hevur trý lið við í 1. deild. So fáa vit norðanliðini suður eitt sindur oftari, sigur Rúni Lisberg.

Harafturat merkir tað ivaleyst størri áskoðarainntøkur til felagið, og so er tað sjálvandi eisini sjálv kappingin, sum harðnar í Suðuroynni.


Felagið er væl fyri

Sumbiar Ítróttarfelag er rímiliga væl fyri fíggjarliga og er sum heild eitt rættiliga væl koyrandi felag. Í fjør vóru millum 70 og 80 íðkandi limir, og í ár hevur Sumba eisini fleiri lið við í yngru deildunum. Nógvir evnaríkir ungir spælarar eru eisini nú um at gerast nóg vaksnir til at kunna gera seg galdandi á 1. deild. Dreingjaliðið frá í fjør hevur valt ikki at melda til í unglingadeildini í ár, men í staðin luttaka í 4. deild.

Annars hevur Sumba aðalfund nú leygardagin, og tá ætlar Rúni Lisberg at leggja frá sær sum formaður. Hann hevur verið formaður í Sumbiar Ítróttarfelag seinastu fýra árini.