Eirikur Lindenskov
Formaðurin í danska Vinstraflokkinum - sum helst í morgin kann skipa eina nýggja borgarliga stjórn í Danmark, Uffe Ellemann-Jensen, hevur nú beinleiðis kúvent í føroyska bankamálinum, sum hann í januarmánaði nýtti rættuliga nógva orku upp á - serliga í síni roynd at fella Nyrupstjórnina.
Tá málið var fyri í fólkatinginum 27. januar, samtykti fólkatingið eina lítla ábreiðslu mótvegis stjórnini hjá Nyrup. Hetta hóvaði als ikki Vinstra-formanninum, sum harðliga vísti á, at málið als ikki var liðugt viðgjørt og at Vinstra av øllum alvi fór at halda fram við jagstranini - serliga eftir Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharra, sum var hóttur við eini ríkisrættarsak.
Uffe Ellemann-Jensen tykist nú hava vunnið stjórnarvaldið í Danmark, og nú eru aðrir tónar at hoyra frá Vinstraformanninum.
Við danska blaðið Berlingske Tidende í gjár sigur hann:
? Fólkatingið hevur talað í hesum máli, og nú mugu vit syrgja fyri at koma víðari.
? Men fyri tveimum mánaðum síðani meinti tú, at ríkisrættarsak skuldi reisast móti Mogens Lykketoft?
? Ja, men um vit skipa stjórn, fari eg at konsentrera meg um at samráðast við føroyingar í staðin fyri at fara á hevndarjagstran herheima, sgiur forsætisvalevni í stuttari viðmerking til Berlingske Tidende.
Blaðið kemur til ta niðurstøðu, at Uffe Ellemann-Jensen hevur somu støðu, sum næsti maður hansara, Anders Fogh Rasmussen, næstformaður í Vinstraflokkinum, sum um vikuskiftið bar fram somu sjónarmið, at Vinstraflokkurin nú kúvendir í bankamálinum.
? Vit fara ikki at trampa runt í øllum møguligum, sum hoyrir fortíðini til, segði hann.
Blaðið hevur eisini spurt Anfinn Kallsberg, fíggjarmálaráðharra og løgmansvalevni Fólkafloksins. Hann sigur seg vera líkaglaðan við, um Vinstra ikki hevur hug at gera meira við danska partin av bankamálinum, tí tað viðkemur ikki honum. Hann sigur, at føroyingar bara eru áhugaðir í at fáa politiskar samráðingar - líka mikið, hvør stjórn verður í Danmark.
? Útgangsstøðið hjá okkum er at fáa ein enda á hesum máli á ein skilagóðan hátt - sæð frá okkara síðu, sigur Anfinn Kallsberg.
Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkin ávaraði í blaðnum í gjár harðliga ímóti gongdini í Danmark. Hann segði beinleiðis, at talan nú er um eina samansvørjing millum danskar politikarar, tí bæði Nyrupstjórnin og éin møgulig Ellemannstjórn vilja káva út yvir málið, sum er sera eymt fyri báðar partar.
Uffe Ellemann-Jensen sigur í Dimmalætting í gjár, at Danmark og Føroyar skulu samráðast um málið »med gensidig respekt«. Sama orðaval nýtti Poul Nyrup Rasmussen.
? Niðurstøðan er tí púra greið: Eitt stjórnarskifi í Danmark broytir als einki í bankamálinum. Munurin er bara tann, at verður tað ein borgarlig stjórnin, og Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin verða valdir á Fólkating, verða tveir føroyskir politikarar við til at káva út yvir misgerðir hjá donskum politikarum í bankamálinum, sigur Jóannes Eidesgaard.