Annar dómurin staðfestur og hin broyttur til treytaða revsing

Dómur fall í málinum um Nólsoyar Páll seinast í februar mánaða. Jóan Karl Høgnesen, fyrrverandi leiðari á Vaktar- og Bjargingartænastuni fekk sín dóm staðfestan, meðan revsingin hjá Kára Horn, skipara, varð broytt til treytaða revsing

Tað hevur verið skrivað og sagt nógv um Nólsoyar Páll.

Hetta lagnuskip, sum skuldi verða vaktar- og bjargingarskip.

Ansað eftir skipunum kring Føroyar og, um tey komu í neyð, geva teimum eina hjálpandi hond.

Men tá til stykkis kom, var tað Nólsoyar Páll, sum hevði mest brúk fyri hjálp.

Skipið silgdi túrin til Føroya og hevur síðani ligið svínabundin til bryggju.

Tað var ikki góðkent at sigla við, og kann enn minni brúkast sum vaktar- og bjargingarskip.

Síðan hendi nakað, sum ikki so ofta hendir í Føroyum.

Málið fekk avleiðingar fyri teir, sum høvdu siglt skipið heim.

Fyri leiðaran á Vaktar- og Bjargingartænastuni og fyri skiparin á túrinum heim úr Frankaríki.

Teir eru nú báðir fyrrverandi á Vaktar- og Bjargingartænstuni. Hava sagt upp.


Kærdu til landsrættin

Eftir at dómurin var sagdur í Føroya Rætti, avgjørdu báðir at skjóta dómin inn fyri Eystara Landsrætt og har fall dómur fyri góðari viku síðan.

Landsrætturin avhoyrdi teir ákærdu, tvey vitni og tveir skipakønar menn.

Bæði vitnini høvdu verið í Føroya Rætti, men bert annað teirra hevði nakað at leggja afturat tí, sum hann hevði sagt í Føroya Rætti.

Hann segði landsrættinum, at hann ongantíð hevði sæð eitt skip við so nógvum slangum. Slangur vóru í øllum rørskipanum umborð.

Vitnið roknar við at orsøkin til hetta er, at rørskipanin er upptard og síðan útskift við slangur.

Vitnið legði afturat, at um slangurnar brendu saman, t. d. av eldsbruna, og tað ikki var møguligt at lata ventilarnar aftur, so var vandi fyri, at sjógvur kom í maskinrúmið. Tá hevði skipið ligið stilt.

Umboðsmaðurin hjá Bureau Veritas segði rættinum, at hann, eftir áheitan frá Jóan Karl Høgnesen, hevði kannað skipið, og niðurstøðan hjá honum var, at skipið ikki uppfylti treytirnar hjá klassanum og Sjóferðslustýrinum, men at tað var nóg trygt til ferðina til Føroya, tá hædd verður tikin fyri árstíðini og royndini hjá manningini.

Tó, legði hann afturat, var skipið í ringum standi.

Um slangurnar í maskinrúminum segði hann, at klassin loyvir brúki av slangum, um talan er um góðkend evni, og um koblingarnar eru góðkendar. Tað var honum ógjørligt at kanna hvussu slangurnar vóru gjørdar.

Somu niðurstøðu kom umboðsmaðurin hjá Norske Veritas. Hann segði, at tað ikki er ókent at slangur verða brúktar, men skipanin má ikki verða permanent.

Um krøvini frá Sjóferðslustýrinum segði hann, at tey eru viðkomandi tá skipið skal út at sigla.


Dómurin hjá Landsrættinum

Landsrætturin sigur í viðmerkingum sínum, at Nólsoyar Páll er skrásettur sum vaktarskip í føroysku skipaskrásetingini.

Við hesari grundgeving og øðrum, sum fyrr eru førdar fram í Føroya Rætti, verður staðfest, at talan ikki er um herskip.

Nólsoyar Páll kemur tí undir lóg nr. 98 frá 12. marts 1980 um skipatrygd.

Rætturin staðfestir, at tað var Jóan Karl Høgnesen einsamallur, sum at skipið skuldi siglast til Føroya.

Samstundis staðfestur rætturin, at hann breyt lógina, tá skipið fór avstað uttan neyðugu loyvini. Harafturímóti verður Kári Horn vríkendur fyri at hava brotið hesa reglu.

Um Kára Horn sigur rætturin, at hann var undirsáttur hjá Jóan Karl Høgnesen, og tí hevur arbeitt eftir boðum frá leiðaranum

Rætturin staðfestur, at Kári Horn hevur brotið lógina, men nýtir samstundis møguleikan at gera revsingina treytaða.

Dómurin hjá Jóan Karl Høgnesen uppá 20 daga hefti verður tí staðfestur, meðan Kári Horn ístaðin verður broyttur til 14 daga treytað hefti.