Okkara mál er at fáa eitt gott samstarv við ta donsku stjórnina betri enn tað er ídag. Og kunnu vit siga hetta, tí vit eru ung og vónandi hava nógv ár í føroyskum politikki. Hetta merkir ikki, at vit fara inn í tann danska javnaðarflokkin, men stuðla einum donskum vinstrasinnaðum politikki og ikki eini borgarligari stjórn.
Tað er av sera stórum týdningi at ung vísa eina politiska støðu og velja at stilla upp, eitt nú til fólkatingsval. Støðan í Føroym er tann, at ungdómurin er troyttur og kanska ikki hevur álit á verandi politikki - tí er møguleiki nú til at siga sína hugsan, nú ein greið støða skal takast um ríkisfelagsskapin, og hvat vit vilja við einum ríkisfelagsskapi.
Vit í SU vilja varðveita ríkisfelagsskapin, men herundir siga vit ikki, at vit góðtaka verandi heimastýrislóg. Vit halda, at hon er gomul og ótíðarhóskandi, og eru tað nógvar broytingar, ið skulu gerast. Hesum vilja vit arbeiða fyri. Okkara málsetningur er, at tey stig, sum vit taka á sjálvstýrisleið, ikki skulu ganga út yvir vælferðina hjá føroyinginum. Tað er jú tí at eg, sum valevni javnaðarfloksins latið meg stillað upp.
Tað er orsakað av førdum javnaðarpolitikki, at ungdómurin í dag hevur møguleika til at nema sær útbúgving og at útbúgvingarstuðul verður latin, men vit ásanna, at hesin stuðul er í minna lagi og má endurskoðast beinanvegin. Og tað at vit føroyingar ótarnaðir kunnu fara til Danmarkar at nema útbúgving, tí vit kenna málið og mentanina. Hesi sjálvsøgdu rættindi í ríkisfelagsskapinum vilja vit ikki ofra á loysingaraltaranum.
Okkara krav er, at Føroyar er eitt sjálvstøðugt land í ríkisfelagskapinum. Tey uppskot, ið hava verið frammi fyri loysing eru - kapitalisering av blokkinum og í øðrum føri, at mótrokna blokkin. Vit vilja ikki fara so lætt um skuld okkara, men standa sum føroyingar og gjalda ta skuld, ið vit hava átikið okkum.
Tað er mítt ynski, at øll ið hava valrætt fara á val, og velja ein sterkan Javnaðarflokk inn á danating, har vit kunnu arbeiða fyri okkara søk.
Eilin Jørgensen
valevni Javnaðarfloksins SU til fólkatingsvalið 11. mars 1998.