Nú syngur so hetta stutta valsstríðið upp á seinasta vers, og í dag skulu tit avgera, hvørji tvey skulu verða okkara umboð á Fólkatingi.
Allir flokkar og øll valevni hava roynt at sagt sína søgu sum frægast, og nú er tað lagt í tykkara hendur, hvussu leikur víðari fer.
Sjálvsagt er tað torført at taka samanum í einum valstríði, men gera vit kortini royndina, so hava tað stórt sæð verið trý høvuðsmál.
Tað fyrsta, um hvussu vit loysa stóra skuldarspurningin?
Tað næsta, hvat víðari skal henda í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.
Og tað triðja, hvørja støðu eitt føroyskt fólkatingsumboð fer at hava á Fólkatingi.
Í øllum hesum spurningum hevur Javnaðarflokkurin víst sína greiðu og avgjørdu støðu. Eina støðu, sum ikki bara er ein støða, men sum hevur ein veruliga møguleika fyri politiskari undirtøku.
Viðvíkjandi skuldini, t. v. s. tað vit skylda, tá vit hava fingið tað, sum vit við rættvísum eiga av bankamálinum, har skulu vit seta okkum tað virðiliga mál, at henda skal gjaldast, sjálvt um tað verður bæði tungt og strævið. Vit finna ikki upp á smartar loysnir ella at renna undan rokningini. Tað vit skylda, tað skulu vit gjalda. Vit skulu avgreiða okkara skuld virðiliga, soleiðis at vit og okkara eftirkomarar við uppreistum høvdi kunnu við stoltleika føra okkum fram sum føroyingar.
Í næsta spurninginum um støðuna Føroyar og Danmarkar millum, har hevur Javnaðarflokkurin roynt at lagt fyri við tí, sum vit við røttum kunnu kalla realpolitikk. Einki dreymakent, einki veruleikafjart, men vit hava gingið á odda við eini ætlan, sum veruliga kann bera føroysku tjóðina longur fram á sjálvstýisleið. Nevniliga økt sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin við uppskoti okkara um eina sjálvstýrislóg. Vit fara skjótt at ásanna, at hetta er einasta gongda leiðin.
Í tí triðja sprurninginum, so hevur Javnaðarflokkurin fyri fyrstu ferð í søgu floksins gjørt av, at eitt javnaðarumboð fer at standa púra frítt og óheft á Fólkatingi. Hetta hava vit boðað veljaranum frá, og hetta hava vit boðað danska Socialdemokratínum frá. Teir vita nú, hvar teir hava okkum. So her hanga eingir lepar við. Her er gjørt upp.
Góðu veljarar
Tað er mangt, sum bendir á, at Danmark fer at fáa eina borgarliga stjórn. At hetta fer at gera nakra sum helst broyting í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark er óhugsandi. Og ein borgarlig stjórn, uttan mun til í hvørjum landi hon situr, hevur sum aðalmál at draga til tey fáu, meðan tey mongu sita eftir við rokningini. Hetta gera Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin í Føroyum, og hetta gera Vinstra og teir Konservativu í Danmark. Hetta er teirra altjóða lóg.
Haraftrat hava vit nú fleiri ferðir fingið at vita, at bæði Óli Breckmann og eitt sambandsumboð fara upp í danskar tingbólkar og danskan innanríkispolitikk.
Tí er tað so ómetaliga týdningarmikið fyri tað føroysku sakina, at hon hevur onkran, sum torir at fylgja við og tala at. Og nú líkt er til, at danir fáa eina borgarliga stjórn, er tað umráðandi, at vit ikki eisini senda tvey borgarlig umboð at gera ilt verri.
Okkum tørvar eina erliga og bersøgna rødd, sum torir at tala at bæði til høgru og vinstru.
Í endaspurtinum liggja teir fýra flokkarnir rættiliga javnir, hóast eingin peiling er gjørd seinastu dagarnar. Men liggja vit stavn um stavn, so fara javnaðarfólk nú saman at taka nøkur bekkatøk. Tá man fara at muna, tá skotið verður.
Lat okkum tí fara og geva Javnaðarflokkinum eina álitisváttan.
Gott val
Jóannes Eidesgaard
floksformaður