Evropeiska Miðbankanum. Portugisiska stjórnin, sum ætlar at fáa hallið á fíggjarlógini niður á 4,6 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni longu í ár, vónar, at hon kann fáa eina avtalu um lán frá ES og IMF miðskeiðis [...] Búskaparstøðan í Portugal er verri, enn tølini higartil hava víst. Nú vísir tað seg, at hallið á fíggjarlógini í 2010 var meiri enn 9,1 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni og ikki 8,6 prosent sum higartil
vórðu teir kunnaðir um, at einstøk skip hava gjørt undirhonds sáttmála við manningina og eru farin til fiskiskap. Hetta er milt sagt ein merkilig støða, men semingsmaðurin sigur, at hann hevur onga meining [...] meining um tað. - Vit bíða og halda okkum kunnugar og fáa vit eina ábending um, at ein semingsroynd kann bera á mál, eru vit sjálvandi til reiðar, leggur hann afturat.
so halda danir tað verða í lagið, at hon vísti bróst. Av teimum 29000 fólkunum, sum hava atkvøtt á bt.dk, so halda 62 prosent tað verða í lagið, at Medina valdi at verða í ongum brósthaldara hetta kvøldið
verið eirindaleysir, og tað finnast dømi um, at fólk eru brend livandi. Corinne Dufka, sum er talskvinna hjá Human Rights Watch, sigur við tíðindastovurnar, at tey fullkomiliga meiningsleysu drápini kunnu [...] talskvinnuni hjá HRW hava hvørki teir lokalu ella landsmyndugleikarnir víst tann neyðuga viljan til at steðga harðskapinum. Í mars í fjør vóru eisini blóðugir samanbrestir millum etniskar og átrúnaðarligar
Í Iran sigur ein talsmaður, at myndugleikarnir hava ógildað deyðadómin, sum ein dómstólur feldi ímóti kvinnuni Sakineh Mohammadi Ashtiani. Hon bleiv dømd til at verða steinað og síðani hongd fyri dráp [...] londum og frá fleiri felagsskapum. Í juni segði táverandi brasilski forsetin, Luiz Inacio da Silva, at Sakineh Mohammadi Ashtiani kundi fáa politiskt friðskjól í Brasil, men tað er ivasamt, um teir iransku
harður jarðskjálvti var í kvøld í útsynningspartinum av Pakistan. Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at skjálvtin var 7,2 á Richter-stiganum, men tað er ikki greitt, hvussu stóran skaða hann hevur gjørt [...] sostatt ikki langt frá strondini. Kortini hevur flóðalduávaringarskipanin fyri Kyrrahavið kunngjørt, at eingin vandi er fyri flóðaldu. Í oktober í 2005 varð Pakistan rakt av einum jarðskjálvta, sum var 7 [...] ferðina var miðdepilin knappar 100 kilometrar frá høvuðsstaðnum Islamabad. Tað var tí ikki so løgið, at fólk í Dalbandin tustu út á gøtuna í jarðskjálvtanum í kvøld.
helt betydeligt for en del år siden.?Begrundelsen dengang var at det skulle være fuldtidsarbejde, at være lagtingsmand.?Nu ved alle færinger at der er beskærelser alle steder, i samfundet og der er blevet
er. Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar frá, umvegis danska matvørustýrið, at tað kann innihalda soppaeitur. Tað vísir seg, at fleiri sløg av vistfrøðiligum havragrýni hava ov nógv innihald av soppaeituri [...] eitt sjúkueyðkenni er spýggja og niðursett mótstøðuføri. Heilsufrøðiliga Starvstovan mælir fólki til at beina vøruna burtur ella lata handlinum hana aftur.
harvið annað sett 6-3. Í triðja setti var ikki so nógv at rafla um. Wozniacki kom fram um 3-1 og 4-2 og vann settið 6-3. Hetta er fyrstu ferð, at Caroline Wozniacki hevur spælt seg fram til eina hálvfinalu [...] Tað var einki at byrja við, sum bendi á danskan sigur í fjórðingsfinaluni við Australian open. Wozniacki hevði seks breakbóltar, men vann ongan, og tá so Schiavone vann sín einasta breakbólt, vann hon
flýggja úr avstralska stórbýnum Brisbane, eftir at myndugleikarnir hava ávarað um vatnflóð. Sambært fronsku tíðindastovuni AFP siga myndugleikarnir, at vatnflóðin væntandi verður tann ringasta í býnum [...] verður ringt í morgin og ræðuligt hósdagin, sigur borgarstjórin í Brisbane, Campbell Newman. Hann sigur, at 6500 hús og vinnubygningar eru í vanda. Brisbane er triðstørsti býurin í Avstralia. Í gjár skolaði