Semingsmenninir í sáttmálartrætuni í fiskiflotanum, ganga nú bara og bíða. - Vit hava ongan leiklut í løtuni, sigur annar teirra, Terje Sigurðsson, við Portalin.
Men hóast teir ongan leiklut hava beint nú, halda teir seg kortini kunnaðar um gongdina í málinum.
Tað gjørdu teir eisini í dag, tá ið teir hittu Reiðarafelagið.
Har vórðu teir kunnaðir um, at einstøk skip hava gjørt undirhonds sáttmála við manningina og eru farin til fiskiskap.
Hetta er milt sagt ein merkilig støða, men semingsmaðurin sigur, at hann hevur onga meining um tað.
- Vit bíða og halda okkum kunnugar og fáa vit eina ábending um, at ein semingsroynd kann bera á mál, eru vit sjálvandi til reiðar, leggur hann afturat.