Fólk, sum hava keypt vistfrøðiligt havragrýn, skulu kanna, nær tað er framleitt, og av hvørjum merki, tað er. Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar frá, umvegis danska matvørustýrið, at tað kann innihalda soppaeitur.
Tað vísir seg, at fleiri sløg av vistfrøðiligum havragrýni hava ov nógv innihald av soppaeituri.
Talan er um havragrýn av merkjunum Dalby Mølle, Best, First Price, Gammelby Mølle og Morgengry.
Alt er pakkað 31. november 2010 og gongur út 29. november 2011.
Tað snýr seg um eiturevnið DON, sum soppurin Fusarium ger í korninum. Fólk kunnu gerast sjúk av hesum, og eitt sjúkueyðkenni er spýggja og niðursett mótstøðuføri.
Heilsufrøðiliga Starvstovan mælir fólki til at beina vøruna burtur ella lata handlinum hana aftur.