Harður jarðskjálvti í Pakistan

Ein harður jarðskjálvti var í kvøld í útsynningspartinum av Pakistan. Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at skjálvtin var 7,2 á Richter-stiganum, men tað er ikki greitt, hvussu stóran skaða hann hevur gjørt.

Miðdepilin í jarðskjálvtanum var 45 kilometrar vestan fyri býin Dalbandin og sostatt ikki langt frá strondini. Kortini hevur flóðalduávaringarskipanin fyri Kyrrahavið kunngjørt, at eingin vandi er fyri flóðaldu.

Í oktober í 2005 varð Pakistan rakt av einum jarðskjálvta, sum var 7,6 á Richter-stiganum, og sum kravdi umleið 74.000 mannalív. Ta ferðina var miðdepilin knappar 100 kilometrar frá høvuðsstaðnum Islamabad. Tað var tí ikki so løgið, at fólk í Dalbandin tustu út á gøtuna í jarðskjálvtanum í kvøld.