Medina vísti bróstini til frama fyri Afrika

Medina gav okkurt eyka til hyggjararnar hjá DR leygarkvøldið, tá ið hon framførdi til stóru sendingina hjá DR, til frama fyri Afrika innsavningini. Á mótapallum kring heimin síggja vit rákið flyta seg ímóti gjøgnumskygdum klæðum, og Medina tók hetta rákið til sín, tá ið hon leygarkvøldið framførdi í gjøgnumskygdari skjúrtu, og sum sæst á myndini, var ikki nógv latið til fantasiin.

 

Í ongum brósthaldara trein Medina á pallin, men sambært lesarunum hjá bt.dk, so halda danir tað verða í lagið, at hon vísti bróst.

 

Av teimum 29000 fólkunum, sum hava atkvøtt á bt.dk, so halda 62 prosent tað verða í lagið, at Medina valdi at verða í ongum brósthaldara hetta kvøldið.

 

Kelda: bt.dk