Blóðugur ófriður í Nigeria

Í minsta lagi 200 fólk hava latið lív í samanbrestum millum etniskar og átrúnaðarligar bólkar í Nigeria tann seinasta mánaðin, sigur mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch.

Sambært felagsskapinum hava partarnir verið eirindaleysir, og tað finnast dømi um, at fólk eru brend livandi.

Corinne Dufka, sum er talskvinna hjá Human Rights Watch, sigur við tíðindastovurnar, at tey fullkomiliga meiningsleysu drápini kunnu breiða seg. Higartil hava teir flestu samanbrestirnir verið í statinum Plateau, sum er miðskeiðis í landinum.

Sambært talskvinnuni hjá HRW hava hvørki teir lokalu ella landsmyndugleikarnir víst tann neyðuga viljan til at steðga harðskapinum.

Í mars í fjør vóru eisini blóðugir samanbrestir millum etniskar og átrúnaðarligar bólkar í Nigera, og tá doyðu umleið 700 fólk.