Fólk í túsundatali flýggja úr avstralska stórbýnum Brisbane, eftir at myndugleikarnir hava ávarað um vatnflóð. Sambært fronsku tíðindastovuni AFP siga myndugleikarnir, at vatnflóðin væntandi verður tann ringasta í býnum tey seinastu 120 árini.
-Vatnið er á veg. Tað verður ringt í morgin og ræðuligt hósdagin, sigur borgarstjórin í Brisbane, Campbell Newman. Hann sigur, at 6500 hús og vinnubygningar eru í vanda.
Brisbane er triðstørsti býurin í Avstralia.
Í gjár skolaði vatnið ígjøgnum býin Toowoomba, sum er 125 kilometrar vestan fyri Brisbane. Vatnið tók fleiri hús av grundini, og trø vórðu rykt upp við rót. Níggju fólk doyðu, og sambært myndugleikunum eru 59 ikki komin afturíaftur.
Nú hava 20 fólk latið lív í vatnflóðini í Avstralia.