Støðan í Portugal verri enn hildið

Búskaparstøðan í Portugal er verri, enn tølini higartil hava víst. Nú vísir tað seg, at hallið á fíggjarlógini í 2010 var meiri enn 9,1 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni og ikki 8,6 prosent sum higartil hildið.

Tað kunngjørdi ES í dag. Hagstovan hjá samveldinum, Eurostat, hevur grannskoðað portugisiska landskassaroknskapin fyri árið í fjør, tí landið hevur biðið ES hjálpa sær ígjøgnum kreppuna.

Nú eru tey nýggju tølini til kanningar hjá ES-nevndini, Altjóða Gjaldoyragrunninum IMF og hjá Evropeiska Miðbankanum.

Portugisiska stjórnin, sum ætlar at fáa hallið á fíggjarlógini niður á 4,6 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni longu í ár, vónar, at hon kann fáa eina avtalu um lán frá ES og IMF miðskeiðis í næsta mánað, skrivar Reuters úr Lissabon.