Trump hækkar ógvusliga gjøldini fyri arbeiðsvisum

USA fer nú at krevja eitt árligt gjald uppá 100.000 dollarar - umleið 635.000 krónur - fyri at avgreiða umsóknir um arbeiðsvisum, sum gongur undir navninum H-1B.

Donald Trump skrivaði fríggjadagin undir eina fyriskipan, sum setur í gildi nýtt gjald fyri avgreiðslu av arbeiðsvisum, sum eru ætlað høgt útbúnum útlendskum arbeiðsfólkum. - Mynd: Alex Brandon/Ritzau Scanpix

Hetta sambært fyriskipan, sum Trump skrivaði undir fríggjadagin, skrivar Reuters.

Talan er um arbeiðsvisum, sum er ætlað høgt útbúnum útlendskum arbeiðsfólkum.

Sambært Reuters kann nýggja gjaldið vísa seg at vera eitt serliga hart slag fyri amerikansku tøknivinnuna, sum er treytað av kvalifiseraðari arbeiðsmegi úr India og Kina.

Ummælarar av visuminum í verandi formi siga, at tað ger, at stórar amerikanskar tøknifyritøkur kunnu halda lønirnar niðri og heldur amerikanarum burtur úr tøknivinnuni.

/Ritzau/