Wozniacki stríddi seg í hálvfinaluna

Tað var einki at byrja við, sum bendi á danskan sigur í fjórðingsfinaluni við Australian open. Wozniacki hevði seks breakbóltar, men vann ongan, og tá so Schiavone vann sín einasta breakbólt, vann hon eisini settið 6-3.

 

Danin reyk eisini aftur um 1-3 í øðrum setti, men vann so fimm spøl á rað, og tryggjaði sær harvið annað sett 6-3.

 

Í triðja setti var ikki so nógv at rafla um. Wozniacki kom fram um 3-1 og 4-2 og vann settið 6-3.

 

Hetta er fyrstu ferð, at Caroline Wozniacki hevur spælt seg fram til eina hálvfinalu í Australian Open, og har møtir hon kinesisku Li Na, sum er seedað nummar níggju.