sum átti hægsta boð í morgun. -Míni viðskiftafólk siga, at tey ætla sær aftur at eta tann besta tunfiskin í Japan í ár, so eg má heldur royna at geva teimum møguleikan, segði Kiyoshi Kimura (myndin). Tað
sparingar koma í gildi. Sparingarnar raka serliga verjumálini, og verjumálaráðið sigur, at har eru tey farin at fyrireika seg til avleiðingarnar. Í einari fráboðan, sum Obama og Boehner almannakunngjørdu [...] fjølmiðlunum var hetta ein rættiliga óvæntaður fundur, tí sum skilst var hetta fyrstu fer í tríggjar vikur, at teir báðir hittust. Evnið á fundinum var ósemjan millum demokratarnar og republikanararnar um fígg
børnini og nógvu gestirnar leygardagin vera eisini Beinir og Rakul Ró, sum fara at syngja í Trøllasmáttuni. Eisini verður møguleiki at ogna sær film og fløgur á staðnum. Opið hús verður millum 15 og 19. [...] móttøku í húsinum við fjørumunnan á Biskupsstøð. Tey vælkendu og vældámdu trøllini hava eisini orsøk at vera í jólahýri. Nýggja og hugnaliga húsið stendur nú liðugt, filmurin, Skatturin hjá Ommu, er júst
fegnast um tað, sigur formaðurin í Stórtinginum. -Hetta fer at gera, at vit koma nærri tí, sum hendir í ES, og her er jú talan um avgerðir, sum koma at ávirka Noreg, og sum vit sjálvandi fegin vilja hava ávirkan
aldargomul verk verða at hoyra í kirkjuni í Vestmanna í kvøld klokkan 17.00. Tað er navnframi dirigenturin, Bernhardur Wilkinson, sum stjórnar Tórshavnar Kamarkóri. Kamarkórið fer at framføra partar úr Jesu [...] corpus, eftir William Byrd og trý áhugaverd og løtt fronsk løg. Eisini verður eitt íslendskt jólalag at hoyra. Ein fjøltáttað og áhugaverd skrá. Kórið hevði konsert í Gøtu kirkju hóskvøldið, har fagnaðurin
Amerikanska Senatið góðtók í gjárkvøldið avgerðina hjá Barack Obama, forseta at tilnevna Chuck Hagel nýggjan verjumálaráðharra. 58 senatorar atkvøddu fyri, og 41 atkvøddu ímóti. Chuck Hagel er republikanari [...] republikanari, men tað vóru serliga republikanarar í Senatinum, sum vóru ímóti at góðtaka hann sum verjumálaráðharra. Hagel og floksfelagarnir hava ikki altíð drigið eina línu. Eitt nú hevur hann havt eina aðra [...] aðra áskoðan um Ísrael og Iran enn hinir republikanararnir. Hann hevur millum annað sagt, at jødarnir í USA hava ov stóra ávirkan á Kongressina. Chuck Hagel tekur við eftir Leon Panetta, sum hevur verið
felagnum var 342 milliardir krónur í fjør. Roknskapurin vísir, at Mærsk forvann meiri pengar burtur úr oljuni, bingjunum og terminalunum í fjør, men at eitt nú tangaskipadeildin hevði hall. Serliga oljuvirksemið [...] væl í kassanum. Avlopið har var góðar 14 milliardir krónur. Leiðslan í A.P. Møller-Mærsk væntar ikki, at avlopið í ár verður líka stórt sum í fjør.
hornatøk við ein 17 ára gamlan bóltadrong, sum seinni vísti seg at vera sonur høvðusparteigaran í Swansea. Enska Fótbóltsambandið valdi at taka málið upp til viðgerðar og vildi hava harðari revsing til [...] Revsingin fyri at enda í hornatøkum við ein bóltadrong verður ikki harðari enn teir tríggir dystirnir, ið eitt beinleiðis reytt kort gevur. Tað hevur ein óheft dómsnevnd avgjørt sambært BBC. Eden Hazard
annar í Føroyum. Og sannlíkt er, at tá júst byrjaða valskeið er av, hevur hann heimsmet sum tann, ið hevur sitið longst í nøkrum býráð nakrastaðni. Í sambandi við, at borgarstjórin hevur rundað tey 40 [...] Dansifrøi í morgin, 1. februar, frá klokkan 15 til 18. So tey, sum ikki longu vistu tað, hava møguleikan at heilsa upp á Heðin Mortensen, sum eftir hetta valskeiðið hevur sitið 12 ár sum borgarstjóri.
ella næstan ein um tíman. Frágreiðingin vísir, at næstan 70 prosent av teimum fyrrverandi hermonnunum, sum gera av við seg, eru 50 ár ella eldri. Tað merkir, at í flestu førum er talan um menn, sum gjørdu [...] Hvønn dag taka 22 fyrrverandi amerikanskir hermenn lívið av sær. Tað stendur at lesa í einari nýggjari frágreiðing. Frágreiðingin umfatar árini frá 1999 til 2010, og í hesum tíðarskeiðinum beindu 8.000