Mærsk 42 mia. í avlopi

Danska stórfyritøkan A.P. Møller-Mærsk hevði 42,5 milliardir krónur í avlopi fyri skatt í fjør, men hóast umsetningurin í fjør var seks prosent størri enn í 2011, var avlopið 16 prosent minni.

Úrslitið eftir skatt var kortini betri í fjør enn í 2011, 29 milliardir krónur í fjør ímóti 23,4 milliardum árið fyri. Umsetningurin hjá felagnum var 342 milliardir krónur í fjør.

Roknskapurin vísir, at Mærsk forvann meiri pengar burtur úr oljuni, bingjunum og terminalunum í fjør, men at eitt nú tangaskipadeildin hevði hall. Serliga oljuvirksemið royndist væl í kassanum. Avlopið har var góðar 14 milliardir krónur.

Leiðslan í A.P. Møller-Mærsk væntar ikki, at avlopið í ár verður líka stórt sum í fjør.