Hvønn dag taka 22 fyrrverandi amerikanskir hermenn lívið av sær. Tað stendur at lesa í einari nýggjari frágreiðing. Frágreiðingin umfatar árini frá 1999 til 2010, og í hesum tíðarskeiðinum beindu 8.000 fyrrverandi amerikanskir hermenn fyri sær. Tað svarar til 22 um samdøgrið ella næstan ein um tíman.
Frágreiðingin vísir, at næstan 70 prosent av teimum fyrrverandi hermonnunum, sum gera av við seg, eru 50 ár ella eldri. Tað merkir, at í flestu førum er talan um menn, sum gjørdu tænastu í Vietnam-krígnum, sum kostaði 60.000 amerikanarum lívið.
Mánadagin eru 40 ár, síðani friðaravtalan, sum endaði kríggið í Vietnam, bleiv undirskrivað.
Umleið 23 milliónir amerikanarar hava gjørt hertænastu og verða tí roknaðir sum fyrrverandi hermenn.