Amerikanska Senatið góðtók í gjárkvøldið avgerðina hjá Barack Obama, forseta at tilnevna Chuck Hagel nýggjan verjumálaráðharra. 58 senatorar atkvøddu fyri, og 41 atkvøddu ímóti.
Chuck Hagel er republikanari, men tað vóru serliga republikanarar í Senatinum, sum vóru ímóti at góðtaka hann sum verjumálaráðharra. Hagel og floksfelagarnir hava ikki altíð drigið eina línu. Eitt nú hevur hann havt eina aðra áskoðan um Ísrael og Iran enn hinir republikanararnir. Hann hevur millum annað sagt, at jødarnir í USA hava ov stóra ávirkan á Kongressina.
Chuck Hagel tekur við eftir Leon Panetta, sum hevur verið verjumálaráðharri síðani í juni í 2011. Tann 66 ára gamli Hagel umboðaði statin Nebraska í Senatinum frá 1997 til 2009.










