Hazard sleppur snikkaleysur

Revsingin fyri at enda í hornatøkum við ein bóltadrong verður ikki harðari enn teir tríggir dystirnir, ið eitt beinleiðis reytt kort gevur. Tað hevur ein óheft dómsnevnd avgjørt sambært BBC.

 

Eden Hazard verður skjótt tøkur aftur hjá Rafael Benitez og Chelsea. Hann fekk beinleiðis reytt kort, tá hann kom í hornatøk við ein 17 ára gamlan bóltadrong, sum seinni vísti seg at vera sonur høvðusparteigaran í Swansea.

 

Enska Fótbóltsambandið valdi at taka málið upp til viðgerðar og vildi hava harðari revsing til belgiska fótbóltsspælaran, men nú hevur ein óheft dómsnevnd sent ákæruna retur.

 

Hann skal sita yvir í dystinum móti Newcastle um vikuskiftið, men er so tøkur til heimadystin móti Wigan 9. feburar.