Heðin í býráðnum í 40 ár

Heðin Mortensen er tann býráðslimur, sum hevur sitið longst, og tað verður hátíðarhildið í morgin, fríggjadag.

Tá farna valskeið var av, hevði Heðin Mortensen sitið í Tórshavnar býráð í 40 ár, og tað er longri enn nakar annar í Føroyum. Og sannlíkt er, at tá júst byrjaða valskeið er av, hevur hann heimsmet sum tann, ið hevur sitið longst í nøkrum býráð nakrastaðni.

Í sambandi við, at borgarstjórin hevur rundað tey 40 árini í Tórshavnar býráð, verður móttøka fyri Heðini Mortensen í Dansifrøi í morgin, 1. februar, frá klokkan 15 til 18.

So tey, sum ikki longu vistu tað, hava møguleikan at heilsa upp á Heðin Mortensen, sum eftir hetta valskeiðið hevur sitið 12 ár sum borgarstjóri.