Hóast Noreg stendur uttan fyri Evropasamveldið, kann Stórtingið fáa egna skrivstovu í Evropatinginum í Bruxelles. Tað tilboðið fekk stórtinsformaðurin, Dag Terje Andersen, í gjár frá formanninum i ES-tinginum, Martin Schulz, sigur NRK.
-Vit fingu okkum eina skrivstovu í Bruxelles í 2010, men vit kundu ikki fáa eina skrivstovu í tinginum, tí vit eru ikki ES-land. Tí kom tilboðið frá formanninum óvart á okkum, men vit fegnast um tað, sigur formaðurin í Stórtinginum.
-Hetta fer at gera, at vit koma nærri tí, sum hendir í ES, og her er jú talan um avgerðir, sum koma at ávirka Noreg, og sum vit sjálvandi fegin vilja hava ávirkan á fyrst, sigur Dag Terje Andersen við norska kringvarpið.










