Trølla Pætur bjóðar inn

Leygardagin 8. desembur verður ein serligur dagur hjá børnum og trøllum í Føroyum.

Trølla Pætur og Trølla Omman flyta inn í snotuliga trøllasmáttu í Klaksvík og bjóða til móttøku í húsinum við fjørumunnan á Biskupsstøð.

Tey vælkendu og vældámdu trøllini hava eisini orsøk at vera í jólahýri. Nýggja og hugnaliga húsið stendur nú liðugt,

filmurin, Skatturin hjá Ommu, er júst útkomin, og harafturat eru Trølla Pætur og Omma uppií jólaligu fløguni, Tað eru jól,

hjá Kulum Rótum, sum nú ljómar kring alt landið.

Millum børnini og nógvu gestirnar leygardagin vera eisini Beinir og Rakul Ró, sum fara at syngja í Trøllasmáttuni.

Eisini verður møguleiki at ogna sær film og fløgur á staðnum. Opið hús verður millum 15 og 19.