Óvæntaður fundur í Hvítu Húsunum

Barack Obama, forseti, og formaðurin í Umboðsmannatinginum, republikanarin John Boehner, hittust til fundar í Hvítu Húsunum í gjárkvøldið. Sambært fjølmiðlunum var hetta ein rættiliga óvæntaður fundur, tí sum skilst var hetta fyrstu fer í tríggjar vikur, at teir báðir hittust.

Evnið á fundinum var ósemjan millum demokratarnar og republikanararnar um fíggjarpolitikkin. Støðan er sera álvarssom, tí semjast partarnir ikki innan árslok, hækkar skatturin munandi á nýggjárinum, samstundis sum fleiri sparingar koma í gildi. Sparingarnar raka serliga verjumálini, og verjumálaráðið sigur, at har eru tey farin at fyrireika seg til avleiðingarnar.

Í einari fráboðan, sum Obama og Boehner almannakunngjørdu aftan á fundin, stóð ikki eitt orð um, hvørt nakað var komið burtur úr fundinum ella ikki.