ein uggi hjá honum, at hann sleppur at renna sneisaørindi fyri teir norðuratlantisku dólgarnar! Hetta er annars ikki fyrsta ferðin, at argumentneyðin fær føroyskar loysingarmenn at alliera seg við donsk [...] paranoiabólkurin ætlaði at ?finna prógv? fyri, at danir høvdu verið í serklassa óndskapsfullir og infamir móti okkum! Vurpu ússaligt neyðaregg Nakað substantielt graverandi var ikki at finna, men tey norð [...] Niels Helweg Petersen, at hann aldri hevði hoyrt um, at nakar ST-maður hevði vent sær til teirra við fyrispurningum um føroysk fullveldismál! Fluguerotikkur Tað er altso týðuligt, at tað var ikki Danmarkar
til Føroya, tá byrjað varð at borað í Lopra, har hann kom at kenna Marin, sum seinni kom at verða kona hansara. Eftir stutta tíð flutti Einar til Vestmanna, har hann fór at arbeiða sum timburmaður. Vit [...] Vit byrjaðu báðir sama dag at arbeiða hjá einum byggifelag her í bygdini, og har komu vit at kennast sera væl. Vit arbeiddu saman næstan øll árini til tær ringu tíðirnar komu, tá leið okkara gekk til Berlin [...] skuldi bara ikki verða so. Ein stendur spyrjandi, men sum orðatakið sigur: eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir. Hetta kann enn einaferð staðfestast. Vit, sum kendu Einar, hava mist
Lisbeth, eftir at úrslitið gjørdist, at Sambandsflokkurin fór úr átta tingmonnum niður í sjey. Náttina eftir valið gjørdi hon av at fara úr formansstarvinum. Tað var eisini um somu tíð, at hon fór at hugsa um [...] føroyskt umboð á fólkatingi, hevur hon valt at gevast í royndunum at røkka fleiri árum á Christiansborg. - Tað er av persónligum orsøkum, at eg havi valt ikki at stilla upp. Mín heilsustøða er heldur ikki [...] Hon sigur, at hon hevur átt nógvar trúgvar veljarar, sum fyri tað nógva mestur eru kvinnur. - Eg sakni fleiri kvinnur í Sambandsflokkinum. Tað vísir seg at vera ógvuliga trupult at fáa kvinnur at gerast aktivar
spurningurin um at fáa alt hetta presenterað soleiðis at tað smakkar væl og at fólk dáma tað!, sigur hon. Høvuðsrætturin í uppskriftini, um ein heldur fast við hesa myndina, er jú at gera tað so at teir føroysku [...] m hava londini so møguleika at spegla virksemið í teim ymisku londum. Sum at gera mat Eitt er so møguleikin at vera við í tí norðurlendska samstarvinum. Eitt annað er so at fáa alt hetta samskipað í hvørjum [...] fram í húsinum hvønn einasta dag. -Eg má bara siga sum er: Her er eingin tíð til at steðga upp. Arbeiðið koyrir við fullari ferð hvønn einasta dag. Og ætlar tú at slaka ferðina eitt sindur, so verður trupult
ótrúligt. Tað er ein stórur eginleiki hjá tær, at tú dugir væl at vísa kærleika uttan at siga ella gera nakað serligt, bara við at vera tann, tú ert. Haldi ikki, at eg nakrantíð havi upplivað teg í ringum lag [...] sindur løgið, at tú skalt verða 80 ár, tí tú virkar nógv yngri - serliga í sinni. Tað er altíð so deiligt at koma at vitja teg og ommu. Mann merkir so væl, at tit eru glað fyri tað. Og at síggja, hvussu [...] meira enn tað er ikki neyðugt at hoyra. Tú dugir á so mangan annan hátt at vísa, at tú ert áhugaður í og góður við tey nærmastu hjá tær. Minnist hvussu "cool" eg helt tað vera, at tú vart í ítrottarhøllini
Amin, segði í gjár, at málið skal kannast til botns. Hann legði afturat, at kunnu amerikanararnir ikki prógva, at tað var neyðugt at skjóta við skørpum, fer stjórnin í Bagdad at krevja, at hermenninir, sum [...] hjá amerikonsku herleiðsluni í Bagdad viðgekk, at herleiðslan hevur ikki fingið prógv fyri, at tað var neyðugt at skjóta eftir fangunum. Hann legði afturat, at tilburðurin verður kannaður. Umleið 5.000 irakar [...] uttan at ákæra er reist ímóti teimum. Tað hevur fleiri ferðir ljóðað, at fangarnir verða illa viðfarnir. Eitt nú segði bretska blaðið The Independent seg hava fingið at vita frá bretskum hermonnum, at am
Robert , men okur fara at bera hansara minni víðari." - Eg má siga , at eg føldi meg ikki sørt stoltan , tí eg skilti tað sum, at eg slapp at verða partur av hesum arbeiði. Eg kom ikki at kenna Hjørleif fyrr [...] hugskotið, at um eg nú ROYNDI at herma eftir Hjørleif , hvussu mundi tað fara at rigga? - Jú , tað má sigast , at tá gekk betur , hóast tað lá langt frá "The original" Hjørleivi dámdi væl at hoyra onnur [...] gloymt hvussu tað kallaðist , men visti at siga, at tað líktist akkurát tannhjólum. - Tað vísti seg at vera tartelettir. "Øll her á fold skuldu havt plikt til at planta okkurt meðan tey vóru her. Tey sum
danskari síðu at lata fólk trúgva, at einki fólk búði í Føroyum. -Tað var ikki fyrrenn sjálvstýrisflokkarnir fóru at tosa um at skipa ein føroyskan stat at teir vaknaðu úr dvala. Tástaðni sóu teir, at her livdi [...] eftir Heina O. Heinesen, fyrrv. tingmann. Hann plagdi at siga, at Edmund var so innbilskur, at hann helt at fiskurin kom á landgrunnin, bara tí at Sambandið kom aftur til valdið. -Eg meini tað, segði Edmund [...] fáir sambandsmenn eftir, at vit mugu skjótt til at balsamera teir, soleiðis at komandi ættarlið fáa at síggja, hvussu teir í veruleikanum sóu út!, segði Tobbi. Hann helt hinvegin, at tað hevði verið ein heilt
skattalættum til teirra, ið hava ráð at rinda skatt. Føroya Javnaðarflokkur fór til val uppá, at fólkið skuldi koma fyrst, men hann var skjótur at lóggeva fyri, at fólkið skuldi koma síðst. Fólk flest [...] uppskot í farna ári. Eitt uppskotið var at flyta SL og almenn arbeiðspláss til Suðuroyar. Tað uppskotið skutu teir niður í pomp og prakt. Annað uppskotið var at brúka nakrar milliónir, ið vóru játtaðar [...] er. Niðurstøðan verður tí ikki onnur enn hon, at Føroya Javnaðarflokkur við sínum kvørkratakið um framburðin í oynni hevur ein stálsettan vilja til, at í Suðuroynni skal also einki henda. Og so slettis
løgið, at Vilhelm heldur tað vera trupult at seta orð á kenslurnar. - Eg veit ikki, hvussu eg skal málbera meg. Sjálvt um vit vistu, at heilsan hjá Atla var farin at bila, hevði eg ikki væntað, at tað fór [...] altíð áhugavert og hugaligt at fáa eitt prát við hann, tí Atli hevði mestsum ein persónligan áhuga í øllum. Eg minnist til dømis, at hann um kvøldarnar og næturnar plagdi at ringja til skipini í Barentshavinum [...] , sum fáur. - Vit vistu, at hann var óvanliga dugnaligur við samráðingarborðið, men eg minnist eisini, at teir, sum sótu hinumegin borðið sóðu upp til Atla Dam, og eg veit, at hann fekk nógv rós frá teimum