Aftur ein fangagøla í Irak

Amerikanskir hermenn skutu mánadagin fýra fangar í einum fongsli har suðuri í Irak. Tilburð-urin kemur USA illa við

Teir seinastu dagarnar hava tey iraksku bløðini gjørt nógv burtur úr valinum seinasta sunnudag, men nú eru bløðini farin at skriva um ein tilburð í fangaleguni Bucca har suðuri í landinum.
Tá skutu amerikanskir hermenn fýra irakar, sum vóru í fangaleguni. Amerikanararnir siga, at nakrir av fangunum gjørdu uppreistur, og tá tey ikki eydnaðist at fáa teir at sissa seg, tóku hermenninir vápnini og skutu fýra teirra.
Iraksku myndugleikarnir er alt annað enn fegnir um tilburðin, og ráðharin í mannarættindamálum, Bakhtiar Amin, segði í gjár, at málið skal kannast til botns. Hann legði afturat, at kunnu amerikanararnir ikki prógva, at tað var neyðugt at skjóta við skørpum, fer stjórnin í Bagdad at krevja, at hermenninir, sum skutu, koma fyri rættin.
Ein talsmaður hjá amerikonsku herleiðsluni í Bagdad viðgekk, at herleiðslan hevur ikki fingið prógv fyri, at tað var neyðugt at skjóta eftir fangunum. Hann legði afturat, at tilburðurin verður kannaður.
Umleið 5.000 irakar eru fangar í leguni í Bucca, og fleiri teirra hava verið har í meiri enn eitt ár, uttan at ákæra er reist ímóti teimum. Tað hevur fleiri ferðir ljóðað, at fangarnir verða illa viðfarnir. Eitt nú segði bretska blaðið The Independent seg hava fingið at vita frá bretskum hermonnum, at amrikanararnir høvdu skotið ein fanga, sum sat í einum búri í Bucca-leguni.