Vilhelm Johannesen er uttan iva ein av teimum, sum kendi Atla Dam serliga væl, bæði sum politikara og ikki minst sum vinmann. Nú deyðsboðini um Atla bórust so knappliga, er tað tí ikki so løgið, at Vilhelm heldur tað vera trupult at seta orð á kenslurnar.
- Eg veit ikki, hvussu eg skal málbera meg. Sjálvt um vit vistu, at heilsan hjá Atla var farin at bila, hevði eg ikki væntað, at tað fór at henda so knappliga. Tómrúmið eftir Atla er stórt, og tað kennist sera svárt, at hann ikki er ímillum okkum longur, sigur Vilhelm.
Fyldi við í øllum
Hóast Atli ikki var virkin í politikki, nú hann fór, fylgdi hann framvegis væl við, og teir báðir vinmenninir prátaðu javnan saman í telefon um dagsins politisku evni.
- Ja, Atli fylgdi við í øllum og hevði meiningar og viðmerkingar til tað mesta. Tað var altíð áhugavert og hugaligt at fáa eitt prát við hann, tí Atli hevði mestsum ein persónligan áhuga í øllum. Eg minnist til dømis, at hann um kvøldarnar og næturnar plagdi at ringja til skipini í Barentshavinum og aðrastaðni fyri at vita, hvussu gekst, so um morgunin, tá vit hittust á landsstýrisfundi var Atli altíð tann, sum hevði tey feskastu tíðindi frá fiskiskipunum. Hetta undraði meg ofta, tí burtursæð frá onkrum smávegis útróðri sum heilt ungur, hevði Atli ikki nakrar serligar royndir sum sjómaður, so vítt eg veit. Men áhugin var har kortini allatiðina, minnist Vilhelm.
Hjarta á røttum stað
Uttan mun til, hvat málið snúði seg um, so komu meiningarnar og hugleiðingarnar hjá Atla altíð frá einum vælmeintum hjarta. Hetta hjartaliga, sum setti sín dám á alt, hann tókst við, var avgjørt eitt eyðkenni fyri Atla Dam, bæði sum politikara og sum menniskja, sigur Vilhelm avgjørdur.
- Tað mennsikjaliga lá altíð fremst í tí, sum Atli stríddist fyri ? at gera lív og liviumstøður betri hjá sínum medmenniskjum lá altíð fremst í huganum. Vit, sum kendu hann, ivaðust ongantíð í, hvar vit høvdu hann, tí Atli var ikki ein maður, sum gekk og stakk tingini inn undir teppið.
Men hóast Atli Dam kundi vera bersøgin og siga sína hjartans hugsan um mangt, var hann ein framúr góður samráðingarmaður. Mongu góðu úrslitini, hann rakk í millumlanda samráðingum, eru besta prógvið um ein politikara, sum dugdi samráðingarkynstrið, sum fáur.
- Vit vistu, at hann var óvanliga dugnaligur við samráðingarborðið, men eg minnist eisini, at teir, sum sótu hinumegin borðið sóðu upp til Atla Dam, og eg veit, at hann fekk nógv rós frá teimum, hann samráddist við, fyri síni diplomatisku evni, sigur gamli vinmaðurin og flokksfelagin, Vilhelm Johannesen.










