Norðuratlantisk manipulatión

Virgar T. Dalsgaard
á pálsmessu (25. januar) 2005
??????
Sum flestøll vita hevur danskur armóðspeningur í longri tíð beinleiðis fossað niður í lummarnar hjá norðuratlantisku teggjuni á Christiansborg, og ikki minst okkara skrásetta fólkatingsgreipa harra Hoydal & harra Skaale hava lukrerað av hesum feita danska beini. Teir hava havt jóladagar alt árið og ósmædnir dusað sær í tí stuttliga milliónbýnum, Keypmannahavn, og tað er alment kent á Borgini, at saman við grønlendsku umboðunum eru HH & SS millum teir mest óforskammaðu lønarsnultarar, sum hava verið á donskum tingi, síðani pengagríska justitsministaran Alberti fyrst í farnu øld.
Nú tað fór at líða móti fólkatingsvali aftur, og vandi var fyri, at kraddararnir kundu missa henda fantastiska pengasessin, henda lukrativa kjansin, har teir stórt sæð bara hava spilt Fólkatingsins kostbæru tíð og stillað tápuligar kværulantiskar spurningar, eitt nú. um føroyskar ommur (sic), - ja, so kom fjáltur á teir og í desperatión royndu teir í heyst at gera vart við seg við eini sonevndari skjalkanning um Grønland og Føroyar ? ein ?kanning?, sum ein arbeiðssamur journalistur hevði kunnað gjørt í døg-urðatímanum uppá eina lítlu viku. Kanningin var sjálvandi eitt lið í tí nærmast permanentu dæmoniseringini av Danmark. Manipulerandi paranoiabólkurin ætlaði at ?finna prógv? fyri, at danir høvdu verið í serklassa óndskapsfullir og infamir móti okkum!

Vurpu ússaligt neyðaregg
Nakað substantielt graverandi var ikki at finna, men tey norðuratlantisku frellini vóru kortini sera leingi um tað ? tey bøldu leingi og góvu sær merkiliga góða tíð, og máttu sjálvandi, sum tjóðveldisfólki vant, leita sær danska hjálp frá einum vrakaðum justitsministara, tí beiska danska javnaðarmanninum og juraprofessaranum, harra Ole Espersen, hvørs sjónarmið í Danmark verða mett at vera mjúkt sagt forútsigiliga tvør, løgin og kontroversiell.
Tað eru ikki nógvir danir, sum taka hansara meiningar í álvara.. - Politiskt hevur maðurin langt síðani beint fyri sær. Danir sluppu sær av við fusentastin við at geva honum ein vælløntan retrætupost, har hann kann lúna og putla sær við triviell mikromál ella ørkisleysan jurafimleik; - her í Danmark verður hann aldrin biðin aftur politiskt, men so er tað ein uggi hjá honum, at hann sleppur at renna sneisaørindi fyri teir norðuratlantisku dólgarnar! Hetta er annars ikki fyrsta ferðin, at argumentneyðin fær føroyskar loysingarmenn at alliera seg við donsk tvørball!
Men sum fyrr nevnt, avbera illa gekst monnum, sjálvt við espersenskum stuðuli eydnaðist ikki at finna nakað eyðsýniliga intrigant, serliga ikki um Føroyar, men teir funnu onkran gamlan snøkil um Grønland, sum eftir tátíðarmátistokki má sigast at vera ógvuliga meinaleysur. Tað er nevniliga um somu tíð sum koloniveldini Ongland, Frankaríki og onnur brúktu ógvisligan militeran harðskap fyri national áhugamál móti teimum fólkasløgum, sum teir ikki fingu sín vilja við! Hvussu skuldi nú manipulerast?

Danskir politikarar albilsnir
Høgni Hoydal og perfida faktotum hansara, Sjúrður Skaale, alias Vielgeschrei stóðu tessvegna rættiliga spillnaknir í heyst, uttan nakra skitna tjóðveldisbót at koyra í soyrandi hatursúpanina móti Danmark - soðið var blivið óvanliga tunt, men so funnu teir uppá ráð - teir gjørdu handavríggjandi av at finna álvarsliga og ominøsa skriðuskortin fram og simulera djúpt firtnir um eitt mikroskopiskt pseudomál við einum donskum embætismanni í ST, sum skuldi hava gloymt Høgna og fullveldið fyri seks árum síðani! Sanniliga skelkandi og álvarsom tíðindi ? enn eitt dømi um eirindaleysan og kyniskan dansk-an yvirgang!
Við ytstu naglaoddum krøkti Høgni seg í, at tað ?illavorðna? Danmark í 1999 ikki skuldi hava fortalt ST-monnum um full-veldisætlanina í Føroyum ? áh, Harra Gud, hvussu fúlir og gloymskir kunnu menn vera, at teir loypa teir røsku høgnesararnar um, ja, hetta var einki minni enn ein national tragedia.
Høgni spældi skelkaður og tóktist piprandi á málinum. Hann manipuleraði sær innivist ikki færri enn fimm ferðir sama dag i Danmarkar Radio (tað hendir annars bara, tá ið stórar katastrofur eru), og ein spyrjandi og undrandi danskur lurtaraskari hevði ilt við at síggja relevansin í at endurtaka slík dvørgasmá mikrotíðindi ein samfullan dag. Tað vóru týðuliga høgnesarar, sum júkaðu og plantaðu tíðindini!
So skjótt sum eg hoyrdi ?tíðindini?, ringdi eg til fyrrverandi uttanríkisministaran, Niels Helweg Petersen, og tað eydnaðist mær at fáa fatur á honum út á seinnapartin. Eg spurdi hann, um hann hevði hoyrt HH í útvarpinum, og um hann kendi nakað til ?málið?! Jú, hann hevði hoyrt ?tíðindini? frá H. Hoydali, og hann, Niels Helweg kundi garantera mær, at hóast hann var uttanríkisministari í 1999 og var væl orienteraður um ST-viðurskifti Danmarkar, hevði hann aldri hoyrt nakað grett um ST-málið hjá norðuratlantsdreingjunum.
Helweg visti ikki av, at ST-menn skuldu hava leitað sær upplýsingar um fullveldisætlanina, so ?álvarsmálið? mátti standa heilt fyri rokning Høgna ? tað officiella Danmark, sum Helweg um-boðaði, kendi einki til ?málið?! Eg ringdi eisini til javnaðarmannin Per Kaalund, sum er ein av flokksins serkønu í verju- og uttanríkismál-um. Hann segdi eins og Niels Helweg Petersen, at hann aldri hevði hoyrt um, at nakar ST-maður hevði vent sær til teirra við fyrispurningum um føroysk fullveldismál!

Fluguerotikkur
Tað er altso týðuligt, at tað var ikki Danmarkar ríki, sum stóð fyri hesum ?lapsus?. Um so ein embætismaður á lágum niveau kann hava gjørt ein formellan feil, ja, tað er eitt annað mál ? hetta er jú næstan gerandiskostur í allari umsiting, ikki minst tí føroysku, sum Høgni sat fyri í síni tíð! Eingin forsyndaði seg meiri móti allari politiskari siðvenju, og eingin gjørdi fleiri formellar feilir enn júst embætisverkið hjá lands-stýrismanninum Høgna Hoydali í sínari tíð, og hann hevur sjálvandi ikki monopol uppá at dumma seg!
Annars fregnaðist Niels Helweg eftir, um eg visti, hvar HH var, tí, sum Helweg helt fyri: ?Vi ser ham næsten aldrig i Folketinget?! Við øðrum orðum: Harra Hoydal passar ikki sítt arbeiði á danatingi; - hann bara krámar eftir síni astronomisku biddaraløn!
Høgni má seinni sjálvur hava erkent, at politiska neyðarbótin var piðað inn á bein, tí nú hann her í január mánað royndi at taka málið um ?ST-forsømilsir? Danmarkar uppaftur í føroyskum útvarpi, fortaldi hann, at tað var ein danskur embætismaður í ST og ikki sjálvt Danmark, sum hevði gjørt henda ?fatala feilin? at hava ?gloymt?, hvussu raskur drongur Høgni var, og hvussu fullveldisjunta hansara hevði kýtt seg í 1999!
Hetta, at ein dølskur tænastumaður hevði ?gloymt? Høgna og fullveldið í 1999, er samlaði substansurin í hesum ynkiliga pseudomáli! Hetta er tað, sum høgnamenn spilla tíðina hjá vaksnum fólkatingsmonnum við. Síkum fluguerotikki er tað, tjóðveldismenn hava ráð til at spæla sær við, meðan Suðuroyggin liggur í andaleypi, føroyskt vinnulív er í álvarsamari strukturkreppu og føroyska landsstýrið berjist við troystarleysan likviditet og hættislig framtíðarútlit! Ei undur í, at danskir parlamentarikarar rysta við høvdinum og ógvast yvir politiska grulvigarðin hjá teimum óseriøsu norðuratlantisku fastalávintsgrýlunum.

Norðuratlantiski pampara-skendsilin
Tað, sum serliga hevur eyðmýkt føroyingar hesi árini, Hoydalur hevur havt annað umboðið á Fólkatingi, er tann vitleysa konstruktiónin við at samanvevja grønlendskan og føroyskan politikk. Okkara politikkur rakar ikki grønlendingar, og vit skullu heldur ikki vága okkum at leggja okkum út í grønlendsk mál! Síðan Høgni er komin á danating, hava ørkymlaðir danir havt sera ilt við at skilja ímillum føroyskar og grønlendskar interessur. Politisku áhuga-málini eru sum nátt og dagur ? harumframt eru vit eisini konkurrentar.
Men hví varð atlantsteggjan etablerað ? einans av grádigheit og penga-girnd. Atlantsbólkurin verður roknaður sum eitt reint pamparatiltak á Fólkatingi, ein tiltikin snultara-klika og limirnir verða mettir sum politiskar rukkur, tí teir hava biddað sær til lunnindi og peningaveit-ingar, sum teir formelt ikki hava rætt til. Tað stendur nevniliga týðuliga og greitt í fundatsinum fyri Fólkatingi, at ein bólkur skal telja fýra mans, men teir tríggir norðuratlantisku kraddararnir fóru til formansskapin í Fólkatinginum og eftir góðari loysingarrecept grótu teir, bønaðu, trúttaðu og bóðu, inntil danir møddust av teimum og góvu teimum dispensatión til at vera ein trýmansbólkur. Og so var leyst og liðugt, og teir fingu nassað sær til ein privatan fólkatingsblokk, sum danir gjalda specielt og bara til teir tríggjar. Loysingarmenn elska jú danskar pengar ? tað er bara tann meinigi maðurin, sum tekur skaða av donskum peiningi!
Teir tríggir atlantsjassarnir fáa 59.000 kr. um mánaðin umframt sína vanligu fólkatingsløn, sum er 37.000 kr. pluss aðrar 37.000 kr. til at halda Sjúrða Skaale og kúlupennar fyri. Hartil fáa teir 8.000 kr í fjarleikaviðbót. Ella brutto fáa hesir skammleysu kraddarar 141.000 kr. um mánaðin.
Tað eru nógvir føroyingar, sum skullu klára seg fyri hesa upphæddina um árið! Harra HH hevur omaní alt hetta eisini sína løgtingsmannaløn, sum hann ikki vil siga frá sær! Tað er forargiligt, at slíkir menn vága sær at háða teir føroyingar, sum vilja varðveita blokkin, sum er maksimalt 20.000 kr. um árið pr. føroying.
Hetta er ein óverdug, mannminkandi og ómoralsk pengaavpressing av dønum, sum bara danskt-snultandi loysingarreyparar høvdu troystað sær! Men oddamenn í tjóðveldisflokkinum hava altíð verið markleyst grammir og óðir eftir donskum pengum! Tað er ikki nakað nýtt, vit vita øll, hvussu grádigt unga tjóðveldið hevur lagt seg á danskan tipspening í Føroyum, so at flestu onnur politisk føroysk ungmannafeløg hava verið við sviðið soð! Tjóðveldismenn vilja altíð hava danskan stuðul, bara teir afturvið og aftaná sleppa at sverta Danmark og spilla danskarar út!

Hvørjum fraterniserar Hoydalspamparin við?
Tað er tankavekjandi at síggja, hvørjum HH fylkist við í Fólkatinginum, tær fáu ferðir, hann sæst har. Jú, socialt er hann saman við eindarlistamonnum og onkrum SF´arum. Teir fyrru eru allarflestir gamlar marxist- og kommunistleivdir; teir seinnu eru dagdroymarar, sum eitt heilt politiskt úrslitaleyst lív hava runnið eftir ælaboganum og tíbetri ikki fingið nakað av sínum møsni ígjøgnum!
Men tað allarfúlasta er kortini, at hann hevur havt fleiri fundir við fyrrverandi salon-kommunistin, meginpamparin og breyðpolitikarin, harra Jens Peter Bonde, sum Høgni bæði styðjaði til EU-val og seinni loyvdi sær at brúka sum jarnbrot í føroyskum politikki. Hetta var groteskur og púra óhoyrdur frekleiki!
Jens Peter Bonde er kanska størsti og grammasti pampari, sum nakrantíð hevur verið í donskum politikki. Hann hevur sitið í Bruxelles í stíva fjórð-ingsøld og sagt kortanei fyri tríggjar milliónir um árið til tað tingið, hann sjálvur hevur latið seg velja inní. Líkasum Hoydal er hart móti Fólkatingi, er Bonde harðliga ímóti EU-parlamentinum, men teir liva báðir frálíka væl av sínum animositeti! HH, sum annars er øgiliga erkvisin, um onkur annar danskur politikkari loyvir sær at hava eina meining um Føroyar, bað og bestilti henda lítið umhildna danska stórpamparan at leggja seg beinleiðis út í føroysk politisk viðurskifti. So minimalur er logikkurin í tjóðveldisheilum!
Skullu føroyingar (og grønlendingar) aftur fáa nakra respekt millum danir, mugu hesir pengagrísku politisku lukku-riddarar fáast burtur av Fólkatingi. Teir hava einki annað gjørt enn søkt konfrontatión við at grugga viðurskiftini millum londini (hetta er eftir London-diktati) ? endiliga hava teir gjørt okkum til grin við at stilla sínar láturligu spurningar, sum antin øll ella eingin kann svara uppá!
Endiliga hava teir við sínum fjákutu ráðstevnum roynt at flutt føroyskan politikk og føroyskar ósemjur av løgtingi niður á Christiansborg ? hetta er púra ótolandi og er djúpt illoyalt móti núsitandi landsstýri. Føroysk áhugamál kunnu røkjast á Fólkatingi, men føroyskur politikkur skal ikki førast á danatingi, heldur ikki í Nuuk; - hann skal bara førast á Føroya løgtingi. Hetta tykist politiski óvitin Høgni Hoydal ikki at vilja fata, - hann er illoyalur egocentrikari, og tí eigur Føroya fólk heldur ikki at velja hann sum umboð. Hann er snøgt sagt ikki búgvin til tað!