Heilsan til Jóhannus Martin Solmunde

80 ár 3. februar 2005

Góði Hannus abbi.

Bara ein lítil heilsan til tín á 80 ára føðingardegi tínum.Tað tykist eitt sindur løgið, at tú skalt verða 80 ár, tí tú virkar nógv yngri - serliga í sinni.

Tað er altíð so deiligt at koma at vitja teg og ommu. Mann merkir so væl, at tit eru glað fyri tað. Og at síggja, hvussu góður tú ert við ommu... - tað er ótrúligt. Tað er ein stórur eginleiki hjá tær, at tú dugir væl at vísa kærleika uttan at siga ella gera nakað serligt, bara við at vera tann, tú ert.

Haldi ikki, at eg nakrantíð havi upplivað teg í ringum lag, og bara tað í sær sjálvum hevur havt eina stóra ávirkan á øll tey, sum eru um teg. Tú ert so raskur og rokast altíð við okkurt, sjálvt um heilsan kanska ikki altíð hevur verið av tí besta.

Altíð ert tú í góðum lag og klárur at geva eitt klemm, bleytur og kensluborin, og tað er so deiligt. Tú hevur ongantíð verið tann, sum hevur sagt so nógv. Men trý orð, sum tú ongantíð hevur verið sparin við at siga, og sum eg altíð hoyri frá tær, eru: "Abbi elskar teg" - meira enn tað er ikki neyðugt at hoyra.

Tú dugir á so mangan annan hátt at vísa, at tú ert áhugaður í og góður við tey nærmastu hjá tær. Minnist hvussu "cool" eg helt tað vera, at tú vart í ítrottarhøllini og við fótbóltsvøllin og hugdi at, meðan eg spældi hond- og fótbólt, og tú vart eisini sera stoltur at síggja til, tá eg skoraði okkurt máli. Og fór eg um koll, ella helt tú, at onkur kanska var í so harðligur við meg - ja, so hoyrdist eisini, at tú ikki vart nøgdur við tað... men eisini tað hevur sína sjarmu.

At enda, abbi, vil eg ynskja tær og ommu alt tað besta í tíðini, sum liggur fyri framman, og takk fyri, at tit hvønn dag biðja Jesuspápa vera hjá okkum og verja okkum. Tað er so trygt og gott at vita, og má Hann eisini signa tykkum framyvir.

kærar heilsanir frá
elstu abbadóttrini.