"Okur síggjast, - um ikki her so hinumegin!"

Soleiðis plagdi vinmaðurin Hjørleif Enni ofta at taka til, tá vit høvdu verið saman og komið var til skilnaðarstund. -Komin norður um fjørð aftur , eftir at hava verið til eina megnar-jarðarferð , sum júst varð hildin í hansara anda, - má eg ásanna , at seinasti partur av hesi yvirskriftini nú er vorðin til verðunleika.

Eg fari ongantíð at hoyra hann aftur í telefonini seta mær sín obligatoriska spurning: "Ert tú líka forelskaður í konu tíni enn?" - Eg kann ongantíð aftur ringja til hann hvønn 5.juni og ynskja honum tilukku við føðingardegnum , har tann obligatoriska endareplikkin var: "Tá ið eg fylli hundrað , tá kemur tú. Tá verður ordans veitsla!" - Og so plagdi hann at leggja aftrat: "Hvat tá! - kommunan betalir!!"

"Fæ doyr, frændi doyr, tú skalt doyggja við.-Eitt er tó ið aldrin doyr, minnið um góðan mann!"

Hetta er leysliga úr "Havamáli", og er tað so satt, sum tað er sagt. Tað verður sjálvandi stórur saknur í Hjørleivi. Fyrst og fremst hjá teimum nærmastu . Men sum ein av abbasynunum segði við meg á veg heim úr kirkjugarðinum: "Okur fara at sakna hann Robert , men okur fara at bera hansara minni víðari." - Eg má siga , at eg føldi meg ikki sørt stoltan , tí eg skilti tað sum, at eg slapp at verða partur av hesum arbeiði.

Eg kom ikki at kenna Hjørleif fyrr enn seint í hálvfjerðsunum. - Vágs klubbi hevði veðragildi í Framtíðini ,og Hjørleif var við. -Vit 3,- Niels Petur Nolsøe , Petur Dahl Nolsøe og undirritaði høvdu skemt undir borðhaldinum. - Uttan iva hevur hetta dámt Hjørleivi væl , tí tveir dagar seinni fingu vit allir tríggir sendandi tjukka bók. "Dictionary of Quotations" - Hetta er eitt enskt leksikon vi øllum teim kendastu orðatøkum og orðafellum ,sum kendir menn og kvinnur hava sagt gjøgnum tíðina.

Eg hugsi, at tað var her, ið lunnarnir vóru lagdir undir vinarlagið okkara millum . - Mangt er hent síðan tá. Vit endaðu báðir í bæði barnasendingum og undirhaldssendingum í Útvarpinum ,og munnu tað vera fá, ið ikki kennast við navnið Hjørleif Enni í dag.


"Humor ist der schwimm-gùrtel auf das meer des lebens !"

Hugsi hesi fyndarorð eigur týski humoristurin Werner Mitsch , sum Hjørleif ofta endurgav millum nógvar aðrar. - Og tá ið hann so hevði sagt hetta á flótandi týskum , umsetti hann tað á sín serliga hátt: "Tú - humor er svimjibeltið á lívsins havi! "-Hetta tori eg at siga ,at Hjørleif trúði uppá og livdi eftir. -Tí heldur ikki hann slapp undan lívsins beisku síðum. -Fyrst gjørdist hann sjálvur sjúkur av tuberklum á ungum árum , og síðan gjørdist konan Inger (tað vælsignaða skinn) - álvarsliga sjúk á ungum árum og endaði í rullustóli. - Men hetta tók ikki mótið og humørið frá Hjørleivi. -Hann og Inger gjørdust ein býarmynd á Tvøroyri , og alla staðni har tað bar til, hevði hann Inger við sær , væl hjálptur av Helga, Birgiri og Tóra við familjum , sum eg havi tað gleði at kenna.

Tá ið eg, fyri nú nógvum árum síðani, fór at bera søgurnar hjá Hjørleivi víðari , legði eg til merkis , at tær høvdu als ikki somu ávirkan á áhoyrararnar sum t.d. tá ið Hjørleif segði frá. -Hann hevði sín egna heilt serliga stíl. - Ja , nógvar av søgunum fullu heilt til jarðar, tá ið eg ella aðrir søgdu tær. - Tað var tá ,ið eg fekk hugskotið, at um eg nú ROYNDI at herma eftir Hjørleif , hvussu mundi tað fara at rigga? - Jú , tað má sigast , at tá gekk betur , hóast tað lá langt frá "The original"

Hjørleivi dámdi væl at hoyra onnur siga frá. Hann spurdi meg altíð, um eg ikki kundi fortelja onkra góða úr Vági. Og eini søgu bleiv hann ongantíð troyttur av at hoyra. Hann plagdi at spyrja : " Tú! - hvussu var handan við Hvalbinginum umborð á Polarborg??" - Nú var tað so, at eg hevði verið ein túr sum avloysari fyri kokkin á trolaranum Polarborg. -Ein Hvalbingur bleiv við at spyrja , nær vit fingu "HITT" aftur til náttura. Hann hevði gloymt hvussu tað kallaðist , men visti at siga, at tað líktist akkurát tannhjólum. - Tað vísti seg at vera tartelettir.

"Øll her á fold skuldu havt plikt til at planta okkurt meðan tey vóru her. Tey sum ikki gjørdu tað , skuldu sloppi at lúka í himmiríki!!"

Hetta segði Hjørleif ofta ,og vísir tað hansara stóra áhuga fyri øllum tí ið veksur. Prógvini eru nógv runt um á Tvøroyri.-Eg visti ikki so nógv um júst hetta ,tá ið hann eina ferð kom norður til Havnar at verað við í eini útvarpssending. Eg fór oman á Smyril eftir honum og á veg niðan spyr hann , um eg ikki kann koyra framvið læraraskúlanum á Frælsinum. - Jú , tað var gaman í , og eg spurdi ikki hvørji ørindi hann hevði har , og hann kom heldur ikki við nakrari frágreiðing. - Komnir áraka skúlan biðjur hann meg knappliga steðga. Tekur ein plastikposa og ein saks upp úr lummanum , loypur út , klippur nakrar avleggarar av nøkrum runnum , og so inn aftur í bilin. - Eg havi óiva sæð út sum eitt spurnartekin , so hann skundaði sær at siga , at soleiðis gjørdi man, tá ið man skuldi hava nýggjar avleggarar.

Eg kundi skrivað síðu upp og síðu niður um Hjørleif Enni , men lat hetta vera nóg mikið á hesum sinni.
Góða Inger , Helgi , Tórur og Birgir við familjum . Takk fyri tað sera virðuligu jarðarferð tit skipaðu fyri. - Saman við teim vælvældu orðunum hjá Ólavi Rasmussen presti , tori eg at siga , at hetta var júst í Hjørleivsa anda.
Lat meg enda við hesum fátæku orðum:

So mangan í huga vit fóru á flog
og reikaðu leingi og víða
tú stýrdi , og eg havi onki boð
hvør hægri enn tú kundi ríða.

Heilsan vinur tín Robert