Í morgun framdi Ísrael fleiri máttmikil álop á iranska høvuðsstaðin, Teheran.
Tað veit AP News at siga í morgun.
Bygningurin, sum í sínari tíð hýsti amerikansku sendistovuni fram til gíslakreppuna í 1979, er millum bygningarnar, sum eru raktir í ísraelsku álopunum, veit AP at siga.
Sagt verður, at fleiri vindeygu í bygninginum eru farin í knús, og hildið verður, at ein rakett helst hevur rakt inni í sjálvum bygninginum.
Keldur vita at siga, at eitt anti-amerikanski savn hevur verið í økinum, sum hýsti fyrrverandi amerikansku sendistovuni.
Í árunum 1979 til 1981 - ella í 444 dagar og nætur - helt iranska kollveltingarhirðin 66 amerikanskum diplomatum og øðrum starvsfólkum sum gíslar í bygninginum.
Hetta gjørdist til eina diplomatiska kreppu millum Iran og USA, og tað hevur verið sagt, at Jimmy Carter tapti amerikanska forsetavalið í 1980 fyri Ronald Reagen - júst orsakað av hesi kreppu.
Ísraelski herurin (IDF) váttar álopini á Teheran og sigur seg hava framt víðfevnd álop á undirstøðukervið í iranska høvuðsstaðnum.










