Helga er nú farin frá sum stjóri, og í hennara staði byrjaði danin Niels Halm í starvinum týsdagin.
Fyrrapartin í gjár sótu tey saman fyri at tosa um, hvussu tað víttfevnda arbeiðið í húsinum hevur verið skipað, hvussu tað er skipað í dag, og ikki minst, hvussu tað kann skipast í framtíðini undir leiðslu av tí nýggja stjóranum.
Helga var ikki bangin fyri at oysa út av sínum royndum fyri Nielsi, sum fegin tók ímóti øllum teimum góðu ráðunum frá fráfarandi stjóranum. Og tað er eitt rættiliga stórt og umfatandi arbeiði sum fer fram í húsinum hvønn einasta dag.
-Eg má bara siga sum er: Her er eingin tíð til at steðga upp. Arbeiðið koyrir við fullari ferð hvønn einasta dag. Og ætlar tú at slaka ferðina eitt sindur, so verður trupult á fáa ferð á aftur.
-Men so vil eg siga, at vit hava sera dugnalig starvsfólk, sum gera eitt ótrúliga stórt og gott arbeiði, sigur Helga Hjørvar.
Ein listarligan profil
Áðrenn Helga tók við starvinum hevði hon luttikið á mongum ymiskum økjum innan mentanina í Íslandi.
Men at taka við starvinum í Norðurlandahúsinum var ein sera stór avbjóðing fyri hana.
-Hetta kravdi kunnleika um ein hóp av viðurskiftum, soleiðis at vit kundu byggja upp ein spennandi listarligan profil eisini her á landi, eins og gjørt er t.d. í Danmark, Íslandi og Bretlandi.
-Hetta var kortini bert ein lítil partur av uppgávuni hjá mær, tí allar hinar partarnar í tí víttfevnda arbeiðinum skuldi eg eisini taka mær av, sigur hon.
Ein av hesum stóru uppgávunum var at vera leiðari í sjálvum húsinum, her tað snýr seg um so ymiskt ting sum rakstur, viðlíkahald, renovering og túsund onnur ting.
Helga hevði royndir frá líknandi arbeiðum í Íslandi, har hon sat í nevndini sum á sinni framdi eina rættiliga umfatandi renovering av Tjóðleikhúsinum í Reykjavík. Hesar royndir tók hon við sær til Føroyar og fekk eisini brúkt tær her, tí hesi seks árini eru mangar ábøtur og broytingar farnar fram kring Norðurlandahúsið.
Millum hesar ábøturnar eru útskiftingin av møblum í Klingruni og í Cafeteria, broytingin av avgreiðsluni og nú til seinast tann nýggja inngongdin til húsið.
Við stoltleika
Ein onnur stór uppgáva var at vera starvsfólkaleiðari fyri tey 20 starvsfólkini, og alt tað sum eitt slíkt starv ber í sær.
Hon skuldi m.a. seta seg inn í tey føroysku arbeiðsviðurskiftini og tær ymisku reglurnar, sum arbeitt varð eftir, samstundis sum hon skuldi hava í geyma, at hetta var ein norðurlendskur stovnur.
-Sum ein part av hesum arbeiðinum havi eg eisini havt ta gleði at kunna taka ímóti einum hópi av útlendskum gestum og listarfólkum. Eg havi her við stoltleika kunna víst teimum runt í hesum vala húsi.
-Og tað er ikki at taka seg aftur í, at tey hava øll verið sera hugtikin av okkara Norðurlandahúsi, sigur hon.
Sum systrar
Fíggjarætlan hjá Norðurlandahúsinum er uppá góðar 16 mió. kr, umframt tann peningin, ið fæst frá frá stuðlum og sølu av atgongumerkjum til tiltøkini.
Men húsið virkar ikki einsamalt, men er sum longu nevnt ein norðurlendskur stovnur, sum virkar í samstarvi við hini fýra norðurlandahúsini í Norðurhøvum. Her er talan um NAPA í Nuuk, NIPÅ á Álandi, Norrøna Húsið í Reykjavík og NIFIN í Helsinki
-Ja, í roynd og veru arbeiða vit saman sum ein bólkur ? ella í veruleikanum sum fimm systrar, sigur hon.
Formansskapurin skiftir millum londini í Norðurlondum, og beint nú hevur Danmark formansskapin. Í hesum samstarvinum hava londini so møguleika at spegla virksemið í teim ymisku londum.
Sum at gera mat
Eitt er so møguleikin at vera við í tí norðurlendska samstarvinum. Eitt annað er so at fáa alt hetta samskipað í hvørjum landi sær. Og sum íslendingum so líkt, dugir Helga eisini at lýsa tað við eini góðari mynd:
At skula vera í øllum hesum er sum at gera mat eftir eini uppskrift. Tú hevur nógv pappírir, nógv tiltøk og annað sum skal kókast saman til ein rætt.
- Og so er bara spurningurin um at fáa alt hetta presenterað soleiðis at tað smakkar væl og at fólk dáma tað!, sigur hon.
Høvuðsrætturin í uppskriftini, um ein heldur fast við hesa myndina, er jú at gera tað so at teir føroysku ingrediensirnir eisini verða væl umboðaðir í hinum Norðurlondum, og at hini londini eisini verða umboðaði í Føroyum.
- Á henda hátt kunnu vit vera við til at stuðla føroyskari mentan. Og tað er tað eg havi lagt størstan dentin á í míni tíð sum stjóri, sigur Helga.
Hon kann tí eisini fegnast um, hvussu listin og mentanin í Føroyum hevur blómað hesi árini. Eitt av teimum stóru tingunum í hennara tíð var uttan iva Listastevnan í fjør.
Mánadagin varð hon so ámint um enn eitt mál, sum varð rokkið í hennara tíð.
-Tað kom ein kvinna til mín fyri at takka mær fyri tíðina í Norðurlandahúsinum. Hon fortaldi, at hon fyri stuttum hevði sæð eina gamla upptøku, har sjónvarpið spurdi meg um hvørjar dreymar eg hevði fyri føroysku mentanina.
-Eg nevndi tá, at ein føroyskur tjóðpallur lá ovarlaga á ynskiseðlinum. Og hygg, tað er nú hent, beint áðrenn eg fari frá sum stjóri. Tað er ótrúligt, sigur Helga Hjørvar.










