Hergeir Nielsen
Tvær fíggjarlógir eru lagdar við einum halli upp á 1/2 mia.kr., og hildið verður áfram við somu kós við stórum skattalættum til teirra, ið hava ráð at rinda skatt.
Føroya Javnaðarflokkur fór til val uppá, at fólkið skuldi koma fyrst, men hann var skjótur at lóggeva fyri, at fólkið skuldi koma síðst.
Fólk flest fagnaðu lítið ítøkiligu Suðuroyarætlanini 2005, men nú hopa samgongumenn undan henni á løgtingsins røðarapalli.
Munurin á okkara Suðuroyarætlan og hesari hjá landsstýrinum eru tær hundraðtals mió. kr., ið fylgdu við og so hesari fjølmiðlaætlanini, har eingir pengar fylgja við.
Upp í saman hava vit greitt frá, hvussu nógvar og hvussu stórar íløgurnar vóru, so tað gera vit ikki í hesum umfari.
Harafturat hava vit roynt fleiri ítøkilig uppskot í farna ári.
Eitt uppskotið var at flyta SL og almenn arbeiðspláss til Suðuroyar. Tað uppskotið skutu teir niður í pomp og prakt.
Annað uppskotið var at brúka nakrar milliónir, ið vóru játtaðar Suðuroynni, til arbeiðsskapandi framtøk í oynni. Tað uppskotið skutu teir eisini niður, og fluttu pengarnar norðureftir.
Landsverk segði tá upp 10-12 monnum. 6-8 av teimum vóru úr Suðuroy.
Triðja ítøkiliga uppskotið var ein "Menningarætlan fyri Suðuroynna" á privatum grundarlagi. Og tað uppskotið skutu teir so eisini niður.
Vit fingu ikki so frægt sum fundarboð frá serligu Suðuroyarnevndini, sum var mannað av suðuroyartingmonnum, og sat og høsnaðist í eitt heilt ár uttan nakað ítøkiligt úrslit.
Ótaldar munnligar áheitanir á løgmann, landsstýrismann og tingmenn fóru aftan á skrivligu umsóknini, men so eiðasørt tað munaði nakað sum helst.
Íkastið frá landsstýrinum skuldi bara vera eitt fiskiloyvi til uppisjóvarfisk. Hesum var ikki pláss fyri søgdu teir, samstundis sum veiðiorkan støðugt varð víðkað.
Eitthvørt annað landsstýrið hevði ligið skerflatt fyri einumhvørjum ítøkiligum møguleika fyri at menna Suðuroynna, men soleiðis var ikki í okkara føri.
Vit løgdu ein skúla á Tvøroyri og ein í Vági. Frásæð Jóannesi Eidesgaard undir viðgerðini á tingi hoyrdist ikki pipp nakrastaðni ímóti hesi ætlan.
Kortini hevur formaður javnaðarfloksins nú støðga framtøkum okkara á skúlaøkinum, tí hann sigur seg vilja nakað meir. Hesum hevur hann onga politiska undirtøku fyri.
Samgongumenn hoyrast nú á løgtingsins røðarapalli siga seg ikki standa aftan fyri fjølmiðlaætlan hansara.
So vita vit tað, og so vita vit eisini hvussu ítøkilig pappírsætlan hansara viðvíkjandi ellis- og røktarheiminum er.
Niðurstøðan verður tí ikki onnur enn hon, at Føroya Javnaðarflokkur við sínum kvørkratakið um framburðin í oynni hevur ein stálsettan vilja til, at í Suðuroynni skal also einki henda.
Og so slettis ikki í syðru helvt, har alt Føroya Løgting í fullari semju var farið undir eina 50 mió.kr. stóra verkætlan, sum A-B-C flokkarnir hava skotið niðuraftur.