sum nú hevði ein dyst eftir á »Føroya-túrinum« ? tann móti TBb. Og her vísti Dráttur, at hóast ein hevur tapt tveir dystir á rað, so er ikki øll vón burtur. Tær gjørdu rættuliga skjótt av móti næstbestaliðnum [...] Tvøroyrar, har tær skuldu spæla ikki minni enn tveir. Úrslitið av dystinum móti Mjølni var soltið og tað er ikki óhugsandi, at tað hevur verið við tungum sinni, at vágakvinnur fóru undir langa túrin til Suðuroyar [...] vunnið nógvar kappingar í yngri deildunum. Men munurin millum yngri deildirnar og vaksnamannadeildirnar er stórur og tí kann ein lítil broyting gera stóran mun. Dysturin millum a-liðið og Drátt var bæði javnur
júst orsøk til at halda, at málið um undirsjóvartunnilin er endaður í teimum bestu hondunum. SPURNINGURIN, ið stendur opin og enn ósvaraður, er hesin: hví tók FA tunnilsprojektið frá LVF og var hetta neyðugt [...] gera tunlar og hevði gjørt eitt sera gott arbeiði. TAÐ, sum undraði okkum tá og ger tað framvegis, er, hví landsverkfrøðingurin, sum hevur arbeitt við tunnilsgerð í eitt mannaminni og sum nettup eisini [...] slapp hesin stovnurin og fólkið ikki at arbeiða víðari við málinum, hví skuldi tann ekspertisan, sum her varð bygt upp, ikki nýtast í hesum projektinum? Hvat hevði verið meira náttúrligt enn, at landsver
nærhendis hevði mist. Stovnar á vitjan Møguleiki er hjá ymsikum stovnum at vitja umborð á donsku sjóverjuskipunum, tá tey liggja við bryggju her í Føroyum. Treytin er bert tann, at avtala skal vera gjørd frammanundan [...] kaffistovuni umborð. Her fingu tey vitjandi eisini høvi at royna ymsar búnar og ymisk samskiftistól hjá sjóverjuni. Vædderen røkir í løtuni tænastuna kring Føroyar, og ovasti umborð er Bjørn Zittan, komm
nettup at geva einum bólki, stætti el. serstakligan ans. Hetta er bæði rætt og skilagott, men baksíðan við hesum er so tann, at vit - tá árið er farið - hava lyndi til at gloyma. Endamálið við at gera eitt [...] ávíst ár til árið hjá einum ávísum samfelagsbólki er nettup at seta nakað í gongd, sum skal vara í mong mong ár aftaná. Tvs. at hetta eldraárið bert er katalysatorurin til at geva hesum borgarunum størri [...] og væluppløgdum verti, sum ikki einaferð. Her kom nógv fram á borðið, sum aðrir fjølmiðlar og ikki minst politikarar eiga at geva gætur og fylgja upp. TAÐ er líkasum, at eldraættarliðið ongan góðan eigur
munur ikki eigur at verða gjørdur á kvinnu og manni. Tá ið tað er sagt, haldi eg, at tað er ógvuliga spell, at hon er neyðug, men tað er hon vist soleingi landsins myndugleikar ikki arbeiða út frá henni [...] bera útreiðslurnar av ferjuleguni í Vestmanna. Eitt kjak, ið er frammi av og á og sum vísir, hvussu trupult tað er at reka eina kommunu, ið er so hart spent. Vit vinna og henda illsliga mánadagin seinnapartin [...] hóra undan, sigur Gunn Joensen. - Tað er sjón fyri søgn - eisini her í kommununi - , at kvinnur bera seg undan, tá ið tað snýr seg um at koma í nevndir og ráð. Kanska er tað tí, at allir fundir liggja aftaná
Eirikur Lindenskov ? Munurin millum okkara uppskot og uppskotið hjá samgonguni er tað, at samgongan hevur sett sær sum mál at fáa fullveldi ávísan dag. Tað ætla vit ikki. Vit halda tað vera umráðandi, [...] ríkisborgararætt í ríkinum, men harumfram skjýtur flokkurin upp, at defineraður verður ein heimarættur. ? Her halda vit, at bústaðarkriteriið skal vera avgerandi. Býrt tú í Føroyum og ert ríkisborgari, so hevur [...] Men ein føroyingur, sum flytir til Danmarkar at búgva og virka, hann missir heimarættin meðan hann er burtur. Jóannes Eidesgaard leggur dent á, at Javnaðarflokkurin við uppskotinum um samveldissáttmálan
Javnaðarflokkurin tosar eisini um eina fólkaatkvøðu nú, so her er so lítil munur at - um vit taka teir upp á orðið - so eg skilji í heila tikið ikki, at her er nakar munur. ? Men tekur teir ikki upp á orðið? ? [...] so er tað fyrst og fremst tað, sum stendur á fyrstu síðu, har Javnaðarflokkurin ásannar, at eingin er betur førur fyri at avgera, hvat er gott fyri føroyingar, enn føroyingar sjálvir. ? Og tað er júst [...] sum er landsstýrismaður í sjálvstýrismálum. ? Taka vit orðini á fyrstu síðu í faldaranum hjá Javnaðarflokkinum um, at »Javnaðarflokkurin ásannar, at eingin er betur førur fyri at avgera, hvat er gott
onkur við síðuna av, so er altíð pláss á onkrari aðrari rók. Men mildi og blíðmælti viðmerkjarin fylgir við og ger sítt. Og rætt er tað, ein skjýtur ikki spurv við kanón! Einki er ov lítið og einki ov stórt [...] Tað keðiliga skal burtur, hann er viðkomandi, hann er har, ikki bara røddin, ið flytir tíðindini frá papírinum til mikrofonina og til okkara í stovunum kring landið. Hann er við og altíð við eini viðmerking [...] Náttarravnasendingin er í luftini og við hvøssum penni verður punktum sett á miðnátt. Ravnar í øllum aldri sessast kring lurtitólið, pussa fjaðrarnar. Eingin situr og kúrir - høvd undir vong. Her skal lurtast
kjans at hoyra endursendingar, so? Hoyr nú her: ein framhaldssøga er sum ein keta við fleiri liðum. Hvørt liðið leiðir til næsta lið ? og gleppur ímillum, so er brotið av, tað slitnar. Skulu tit endiliga [...] stakar sendingar, t.d. tónleik ella eitthvørt avsluttað evni, ikki framhaldssøgur. Og sigið mær (tað er hetta, sum argar mest) vistu tit ikki av hasum dystinum, ? ella kundi hondbóltssambandið ikki leggja
fær ein vinning frá Statoil. Kappingin Atlantic Cup er komin fyri at verða. Hetta er at meta sum byrjanin upp á fótbóltin, og oftast er tað eisini her, at feløgini »presentera« sínar nýggju spælarar. [...] Cup 1999, sum GÍ skipar fyri. Hetta er afturvendandi innandurakapping í fótbólti, og kappingin í ár er tann triðja í røðini. Í 1997 vann HB og í 1998 NSÍ. Kappingin er í ár fyri øll tey tíggju feløgini, [...] útispælarar eru á hvørjum liði, og tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki til eitt millumumfar, sum er í tveimum bólkum við fýra liðum í hvørjum. Bólkarnir eru: NSÍ 1, ÍF 1, GÍ 1, B68 1 og HB 1. NSÍ 2,